HB heldur fast um sítt

Páll Mohr Joensen verður einasta tilgongdin og ongin verður leigaður út. Tað eru boðini úr HB, nú flytingarvindeygað letur aftur á midnátt.

 

Undan kappingarbyrjan varð tosað um, at HB manglaði ein áleypara at skjóta málini. Hetta hevur ikki víst seg at verið ein trupulleiki, tí HB hevur skotið flest mál í Effo-deildini higartil í ár. Fyri kortum var vendi Páll Mohr Joensen aftur til barndómsfelagið eftir útlegd í Danmark.

 

Sum skilst, so hevur áhugi verið fyri at leiga onkrar av spælarunum hjá HB, ið ikki sleppa framat fyrsta liðnum. Ein teirra er Tróndur Jensen, sum eitt nú AB og 07 Vestur skulu hava víst áhuga. Tróndur Jensen byrjaði inni móti KÍ í gjár og tað er væl ein tekin frá HB, at teir ongan áhuga hava at leiga miðvallaran út.

 

Eisini hevur verið upp á tal, at Jóan Símun Edmundsson skuldi venda heim til Føroyar at spæla, og at HB var favorittur at fáa fatur á honum. Her er støðan hjá toftamanninum so mikið broytt í norska Viking, at tað kemur ikki upp á tal.