Fótbóltur
Tey bæði feløgini í HB, Havnar Bóltfelag og P/F Havnar Fótbóltur, høvdu aðalfund mikukvøldið. Væl av fólki var møtt upp, og sum skilst, var talan í allar mátar um ein siðiligan fund.
Gunnar frá
Størsta broytingin í bygnaðinum hjá sjálvum Havnar Bóltfelag er eftir fundin, at formaður felagsins ikki longur eitur Gunnar Mohr.
Við Sosialin sigur Gunnar, at hann sjálvur helt, at tað nú var tíð at lata aðrar kreftir sleppa framat.
- Eg havi meira ella minni verið við í nevndararbeiðinum síðani 1986, har av eini 8-10 ár sum formaður, so tað er ivaleyst sunt, at onnur eisini sleppa fram at nú, heldur Gunnar, tá vit spyrja hann, hví hann nú leggur frá sær.
Eingin kollvelting
Nýggjur formaður í felagnum er Birgir Enghamar, sum í nógv ár hevur verið aktivur í felagnum í nógv ár. At tað er eitt sunt felag, sum Gunnar leggur eftir sær, er einki at ivast í, og Birgir tykist heldur ikki at ætla sær nakra kollvelting, nú hann er vorðin formaður í felagnum.
- Tað verður kanska meira at fáa onkur innanhýsis viðurskifti at glíða betri. Tað er altíð okkurt, sum kann gerast eitt sindur lættari, og tað er hetta, sum eg fyrst og fremst fari at leggja meg eftir. Ítrottaliga er lítið, sum kann gerast betri, sigur Birgir, og sipar til, at HB ongantíð hevur havt eitt somikið gott ár í ungdómsdeildunum sum í fjør.
Umframt omanfyristandandi, so sigur Birgir, at tað eisini eru nøkur nýggj krøv, sum feløgini nú skulu uppfylla. UEFA pengarnir, sum verða latnir teimum liðum, sum ikki mlegna at spæla seg fram til europeisku kappingarnar, seta krøv av ymsum slag viðvíkjandi ungdómspolitikkinum í feløgunum, og eisini hetta ætlar Birgir at fáa í rættlag. HB man annars vera tað felag í landinum, sum er best fyri í so máta, tí bygnaðurin við einum móðurfelag og einum felag til elituna ger, at greiður skilnaður er niður til ungdómsdeildina.
Partafelagið
Eisini í sjálvum partafelagnum hava onkrar formligar broytingar verið. Steinfinnur Mittilstein er framvegis stjóri í felagnum, men í nevndini eru broytingar framdar. Fyrst og fremst tí talið av nevndarlimum nú er lækkað úr fimm niður í fýra.
Úr nevndini eru farnir Gunnar Mohr og Poul Michelsen, meðan Birgir Enghamar er komin inn í nevndina. Aðrir nevndarlimur eru Kaj Leo Johannesen, formaður, Niels Christian Nolsøe og Høgni Mikkelsen.










