?Meiðslaður fyri lívið? er heitið á greinini. Talan er um eina samrøðu við Inga Højsted úr B36. Hesin fekk ein skaða í fjør, og tað er hetta, samrøðan snýr seg um. Ingi gjørdist skaddur tíðliga í fyrra hálvleiki í dysti millum HB og B36 tann 26. apríl í fjør. Sjálvur sigur Ingi við Dimmalætting, at takklingin sá skitin út, men at tað er sovorðið, sum kann henda í fótbólti. Ingi Højsted sigur eisini, at mótstøðumaðurin ikki hevði ætlanir um at skaða hann.
Men blaðmaðurin á Dimmalætting staðfestir, at millum fótbóltsáhugað verður takklingin mett sum tann harðligasta í føroyskum fótbóltshøpi nakrantíð.
Sambært Vikublaðnum er tað hetta, sum hevur fingið øði í HB-leguna, tí har halda tey, at lagt verður eftir navngivnum HB-leikara, sum ikki fær møguleikan at verja seg. Vikublaðið hevur eisini prátað við formannin í HB, Birgir Enghamar. Hann hevur ikki sjálvur lisið greinina, men fingið hana endurgivna og sigur soleiðis við Vikublaðið:
- Eg rokni við, at leiðslan á Dimmalætting kemur at seta seg í samband við meg, og at vit fáa eina treytaleysa skrivliga umbering. Fáa vit ikki tað, er tað greitt, at vit noyðast at taka málið upp.
Vikublaðið skilir eisini, at leikararnir í HB hava gjørt av, at teir nú boykotta Dimmalætting á tann hátt, at teir ikki tosa við blaðið.