HB hóttir nevndarlimir í FSF

Í brævi umvegis sakførara tekur HB fyrivarni fyri, at talan verður um endurgjaldskrav móti tveimum av limunum í Kappingarnevndini

Fótbóltur

Brævið, sum sakførarin, Jógvan Páll Lassen, hevur sent vegna HB, er stílað til teir báðar limirnar í Kappingarnevndini, Rúna Heinesen og Karl Vidtfeldt.
 Felagið kann ikki tulka hetta øðrvísi enn ein óreinan máta at skúgva tey rættindi, sum Havnar Bóltfelag møguliga hevur, til viks, og á henda hátt við tykkara avgerð at gerae tykkum inn á Havnar Bóltfelag, verður sagt í skrivinum.
Sakførarin endar skrivið við at siga, at HB longu nú tekur fyrivarni móti at gera teir báðar nevndarlimirnar persónliga endurgjaldsábyrgdaðar í sambandi við avgerðir teirra í málinum. Tøl verða ikki nevnd, men møgulig UEFA-Cup luttøka verður nevnd sum endurgjaldsgrundarlag.
Rúni Heinesen, sum er næstformaður í Kappingarnevndini, hevur avgjørdur afturvíst skrivinum.
 Vit hava fult og heilt grundað okkara avgerðir á Kappingarreglarnar og siðvenjur hjá Fótbóltssambandinum. Hesum meta vit, sum eru valdir av aðalfundinum hjá FSF, at vit hava skyldu til at fylgja. Somuleiðis skulu vit gera vart við, at Dómsnevndin hjá FSF er komin til somu niðurstøðu sum Kappingarnevndin og at sambært grein 42 í Kappingarreglunum eru avgerðirnar hjá Dómsnevndini endaligar., skrivar hann í svarskrivi.