Fríggjakvøldið vann næstbesta liðið hjá HB 3-2 á heimavølli ímóti B71. Um somu tíð tapti næstbesta B36 liðið 4-0 á ovara vølli í Gundadali ímóti KÍ.
Eftir 21 umfør hevur B36 21 stig, og HB hevur 20 stig á ávikavíst áttanda og níggjunda plássi.
EB/Streymur er aftast við 12 stigum.
At B71 tapti 3-2 fríggjakvøldið ber við sær, at sandoyingar hava 22 stig og eru á sjeynda plássi.
Átta minuttir eftir steðgin sá Kristian Krog Hentze gula kortið fyri aðru ferð, og tað vísti seg at kosta, at B71 síðsta stóra hálva tíman var undirmannað.
Aron Clementsen legði B71 framum, tá ið eitt korter var farið, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Tormóður P. Djurhuus við brotssparki. Tá ið lítil hálvur tími var farin, legði Villiam Emil Klein HB framum 2-1.
Hóast sandoyingar vóru undirmannaðir, so eydnaðist tað Eiriki Jacobsen at javna til 2-2, tá ið tað restaðu ellivu minuttir, men so var tað, at HB skoraði sigursmálið til 3-2, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Málskjútti var Brian Slyne.