Á tíðindafundinum týsdagin, kunngjørdi formaðurin í Havnar Fótbólti, Steinfinnur Mittelstein, at HB hevur gjørt eitt-ára sáttamála við verjuleikaran Martin Christensen og áleyparan Carsten From.
Tað hava leingi verið gitingar um, at HB skuldi fáa útlendskar leikarar til felagið í ár, og týsdagin vóru hesar gitingar váttaðar.
Carsten From kemur úr Superliga liðnum FC Midtjylland, har hann hevur verið fulltíðarleikari burturav. Hann hevur verið knýttur FC Midtjyllandi í tvey ár, og tilsamans er tað blivið til 10 dystir á besta liðnum. Hann er 23 ára gamal.
Martin Christensen hevur seinasta hálv árið leikt fyri Kalundborg í donsku 2.deild. Hann hevur áður roynt seg í Holbæk, Glostrup og Kalundborg. Martin Christensen er 26 ára gamal.










