Fyrstu ferð nakrantíð hevði føroyska fótbóltssambandið valt, at piltadeildina skuldi spæla á hálvum vølli. Meistarabólkurin hjá piltunum hevur altíð leikt á heilum vølli, men í ár vildi fótbóltssambandið royna nakað nýtt, sigur Niklas á Líðarenda, formaður í ungdómsnevndini hjá fótbóltssambandinum.
- Grundin til, at vit valdu at fara niður á hálvan vøll í piltadeildini, er heilt einføld. Vit meta ein heilan vøll vera ov stóran fyri so ung børn. Hartil hevur tað eisini stóran týdning hjá børnum, at tey hava nógvar bóltrøringar, tí hetta hækkar tekniska støðið.
- Tá ið liðini spældu heilan vøll, so vísti tað seg ofta, at nakrir av leikarunum høvdu alt ov fáar bóltrøringar, og hetta hava vit valt at gera nakað við, soleiðis at allir leikararnir á vøllinum nú sleppa at hava fleiri bóltrøringar.
Niklas heldur eisini, at kappingin sum heild hevur lagað seg væl, men hann ásannar, at onkrir smáir trupulleikar komu til sjóndar við nýggju skipanini.
- Kappingin hevur gingið ómetaliga væl, og eg haldi, at fólk kring landið eru glað fyri, at piltarnir eru farnir niður í hálvan vøll. Tað var tó ein lítil trupulleiki, tá vit skuldu styrkismeta liðini. Vit vistu ikki, hvørji lið vóru sterk, og hvørji vóru minni sterk. Hetta vísti seg tó at gerast ein lítil trupulleiki, tí styrkismetanin var á eini góðari leið.
HB í serflokki
Piltadeildin varð skipað á tann hátt, at fýra ella fimm lið vóru í innleiðandi bólkunum, sum vóru níggju í tali. Tvey tey bestu liðini úr hvørjum bólki komu so víðari í ein hálvfinalubólk, har besta og næstbesta liðið komu víðari í meistarabólkin. Liðini, sum ikki komu víðari, fóru í ein annan bólk, soleiðis at veikaru liðini eisini sluppu at møta liðum á sama støði.
HBa og HBb vunnu allar sínar dystir í innleiðandi bólkinum og fóru bæði víðari uttan at lata eitt mál ígjøgnum. Í hálvfinalubólkunum fingu tey eitt sindur størri mótstøðu. HBa kom víðari uttan at tapa ein dyst. Teir vunnu 14 dystir og spældu tveir javnar. HBb kláraði tað næstan líka væl. Teir spældu bert 12 dystir, og her vunnu teir 10, spældu ein javnan og taptu ein.
Bæði liðini komu sostatt í meistarabólkin, og venjararnir høvdu vónir um at fáa tvey heiðursmerki.
Í finalubólkinum gjørdi a-liðið hjá havnarmonnum bart og vann heili 15 dystir, meðan teir spældu ein javnan. Hjá b-liðnum gekst meir striltið. Teir lógu leingi í harðari kapping við TB um annað plássið, og tá síðsta kappingin fór í gongd í Suðuroy, var TB frammanfyri. Her kiksaði TB tó, og HBb kundi so gleðast um silvurheiðursmerkini og harvið eitt heilt fantastiskt ár hjá HB-piltunum.
Annar av venjarunum hjá HB, Høgni Eriksen, heldur, at hetta var eitt ótrúliga flott úrslit.
- Hetta følist gott. Dreingirnir hava klárað tað ótrúliga væl, so vit eru sum vera man væl nøgdir. Í fjør spældu hesir leikararnir heilan vøll, men eg haldi ikki, at broytingin hevur nervað teir nakað. Áðrenn síðsta umfar í Suðuroy lá b-liðið á triðja plássi, og tað hevði ikki verið heilt tað sama, um teir ikki høvdu vunnið silvur. Tað gjørdu teir tó, og hetta eru vit ómetaliga glaðir fyri.