Havnar Bóltfelag hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Magnus Egilsson og Jógvan Skeel Nolsøe fyri komandi kappingarár.
Magnus Egilsson hevur av álvara bitið seg fastan á besta liðið hjá HB, eftir at hann í fjør bara spældi í lægru deildunum. Hann hevur eisini eitt skiftið spælt í AB, men síðani Heimir Guðjónsson er komin í HB, hevur lámi spælarin fingið álit sum vinstri bakkur, men eisini í løtum sum vinstri miðverji.
Jógvan Skeel Nolsøe hevur eisini havt eina eitt sindur misjavna tíð, áðrenn hetta kappingarárið. Hann skifti til AB og síðani B36 fyri nøkrum árum síðani, men gavst í B36 eftir farna kappingarár. Nú er hann aftur í barndómsfelagnum, har hann er millum tríggjar áleyparar til fremsta plássið á liðnum.
HB vann í gjár 1-0 á KÍ í ársins dysti í landskappingini. Sigurin ber við sær, at HB nú liggur fimm stig fremst í landskappingini.