16 ára gamli Samuel Johansen Chukwudi hevur undirskrivað sáttmála við HB. Samuel Johansen Chukwudi hevur í ár spælt á U17, U21 og í 1. deild, og í dystinum ímóti NSÍ í 25. umfari, fekk hann sínar fyrstu minuttir á besta liðnum, skrivar HB.
- Samuel verður lýstur sum ein skilagóður miðvallari, sum við hørðum arbeiði og eyðmjúkleika er komin har hann er í dag. Vit ynskja honum til lukku við sáttmálanum, og gleða okkum at síggja meira til hann, verður sagt úr HB.
Felagið skal hava nýggjan venjara, meðan spælarar sum Hørður Askham, Tróndur Jensen og Teitur M. Gestsson hava gjørt nýggjar tvey ára sáttmálar.