Tað toygnaði í fremstu fótbóltsdeildini. HB vann trivaligan 5-1 sigur á heimavølli ímóti AB, og tá ið næstu kappingarneytarnir ikki megnaðu at vinna, so er holið millum HB og KÍ á næstfremsta plássinum níggju stig!
AB hevur framvegis fyrsta sigurin til góða, nú ellivu umfør eru farin, og nú TB vann, er vónin fyri 8. plássinum og harvið at halda tørn um plássið í bestu deildini kámari hjá argjamonnum, enn hon hevur verið.
TB vann tryggan 2-0 sigur á 07Vestur, sum á ongan hátt megnaði at hótta heimaliðið. Úrslitið ber við sær, at TB nú er sjey stig frammanfyri niðurflytingarstrikuna. 07Vestur er seks stig aftanfyri B36, sum í evstu løtu misti sigurin í Sarpugerði og nú er á 8. plássi.
FM kappingin er burtur, og nú er spurningurin, um HB fer at halda fram í sama lagi, ella um liðið fer í aldudal. Í løtuni er tað bara HB, sum so at siga kann geva HB mótstøðu.
Kappingin um atgongumerkini til altjóða fótbólt er sera tøtt.. Frá KÍ á øðrum plássi og aftur til B36 á áttanda plássi eru tað fimm stig!
Mikukvøldið vera fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Tá hittast KÍ og EB/Streymur i Klaksvík og Víkingur og NSÍ í Gøtu.
Í dag
KÍ-NSÍ 1-1 (1-1)
0-1: Árni Frederiksberg 31.
1-1: Álvur F. Christiansen 41.
Dómari: Eiler Rasmussen
KÍ: Meinhard Joensen Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni Atli Danielsen (John Hammer, 78.), Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen Álvur F. Christianen (Heðin Klakstein, 86.), Páll A. Klettskarð, Kristoffur Jakobsen (Johan Jacobsen, 90.)
Gult kort: eingin
NSÍ: Kristian Joensen Monrad Holm Jacobsen, Jónhard Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Sjúrður Jacobsen (Magnus Olsen, 62.), Árni Frederiksberg, Andrass Frederiksberg Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen (Meinhard Olsen, 89.), Andy Olsen (Debes Danielsen, 77.)
Gult kort: Andy Ó. Olsen, Monrad Holm Jacobsen
Víkingur-B36 1-1 (0-0)
0-1: Símun Joensen 65.
1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 90
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Víkingur: Geza Turi Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (André Olsen, 87.) Jann Ingi Petersen, Filip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus (Heðin Hansen, 86.) - Hjartvard Hansen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 54.), Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen
Gult kort: Atli Gregersen, Hans Jørgen Djurhuus, Dánjal Pauli Lervig
B36: Tórður Thomsen Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie, Hørður Askham Ásmund Nolsøe (Símun Joensen, 46) Jákup á Borg (Benjamin Heinesen, 90.), Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen - Adishina Lawal, Rasmus Dan Sørensen (Høgni Midjord, 71.)
Gult kort: eingin
HB-AB 5-1 (2-0)
1-0: Heini Vatnsdal 19.
2-0: Heini Vatnsdal 33.
3-0: Andrew av Fløtum 54.
4-0: Fróði Benjaminsen 61.
4-1: Ahmed Keita 79.
5-1: Gunnar Haraldsen 90.
Dómari: Alex Troleis
HB: Hans Jørgensen - Jógvan Rói Davidsen (Tróndur Jensen, 57.), Gunnar Haraldsen, Pál Mohr Joensen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Bárður Olsen (Kristin R. Mouritsen, 71.), Fróði Benjaminsen (Magnus Egilsson, 71.) - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun E. Samuelsen
Gult kort: eingin
AB: Símun Rógvi Hansen - Martin Midjord (Ahmed Keita, 60.), Leivur Holm Joensen (Dan Petersen, 60.), Rói Danielsen, Beinir Ellefsen (Dion Splidt, 60.) - Jónas Stenberg, Mikkjal Hentze, Sorin Anghel, Hørður M. Mohr, Rógvi Poulsen - Bjartur Kjærbo
Gult kort: eingin
TB-07Vestur 2-0 (1-0)
1-0: Ndende Adama Guéye 9.
2-0: Poul Ingason 81.
Dómari: Rúni Gaardbo
TB: Ivan Stojkovic -Teitur Olsen (Eirikur Ellendersen, 47.), Óli Johannensen, Babacar Ndior,Teitur W. Justinussen - Aron Sørensen (Ragnar Tausen, 74.), Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Rógvi Joensen (Dan Mortensen, 27.) - Nicholas Ferenc Deverdics, Poul Ingason
Gult kort: Martin Tausen, Dan Mortensen
07Vestur: Andras Gango Torstein Mýlingstind, Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen Evrard Blé (Petur G. Dalbø, 46.), Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen (Ásmund Hansen, 81.), Ibrahima Camara, Holgar Durhuus (Jákup Olsen, 63.)
Gult kort: eingin
Fríggjadagin
ÍF-EB/Streymur 2-2 (0-1)
0-1: Hans Pauli Samuelsen 30.
1-1: Clayton Soares 50.
1-2: Niels Pauli Danielsen 71.
2-2: Bartal Eliasen 82.
Dómari: Dagfinn Forná
ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Ari Ó. Ellingsgaard (Jákup Johansen, 81.), Heri H. Nesá (Poul Nolsøe Mikkelsen, 77.)), Høgni Madsen, Bogi R. Petersen (Hanus Thorleifsson, 63.) - Clayton Soares, Øssur Dalbúð
Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen, Bartal Eliasen
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Gunnar Zachariasen - Levi Hanssen (Niels Pauli Danielsen,66.), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Gunnar Zachariasen
Støðan eftir 11 umfar
HB 27 stig
KÍ 18 stig
ÍF 17 stig
NSÍ 16 stig
EB/Streymur 15 stig
Víkingur 15 stig
TB 14 stig
B36 13 stig
07Vestur 7 stig
AB 2 stig
12. umfar
Leygardagin 1. juni (norðoyastevnuaftan)
KÍ-B36
Sunnudagin 2. juni
EB/Streymur-HB
AB-Víkingur
NSÍ-TB
07Vestur-ÍF
LIÐUGT
1-1
NSÍ hevur havt góðan møguleika, men Meinhard Joensen bjargaði eftir roynd frá Jann Martin Mortensen, og so hevði Meinhard Olsen stóran møguleika, men tað miseydnaðist!.
Pól Jóhannus Justinussen er eyðsýndur í NSÍ verjuspælinum.
5 minuttir eru lagdir aftrat.
90) 1-1
KÍ trýst ber fleiri hornaspørk á rað við sær.
Klæmint A. Olsen er farin av vøllinum, og Meinhard Olsen er komin inn á NSÍ liðið.
Kristoffur Jakobsen er farin av vøllinum, og Johan Jacobsen er komin inn á KÍ liðið.
85) 1-1
Heðin Klakstein hevur avloyst Álv F. Christiansen hjá KÍ, og Heðin hevur havt góða skotroynd, men bólturin fór framvið málinum.
80) 1-1
Í báðum endum er talan um ótollð álopsspæl. Tað vil siga, at liðini megna illa at samanspæla frammarlaga á vøllinum.
75) 1-1
NSÍ hevur havt góða roynd eftir KÍ horna og skjótt mótálop. Jann Martin Mortensen legði innfyri úr høgru, og Magnus Olsen sendi bóltin upp um málið.
Debes Danielsen er komin inn í staðin fyri Andy Olsen hjá NSÍ.
Atli Danielsen hjá KÍ er farin av vøllinum, og í hansara stað er John Hammer komin inn á miðvøllin.
70) 1-1
NSÍ verjir framvegis borg, og síðstu løtuna hevur heimatrýstið ikki verið tað, sum tað var fyri løtu síðani.
65) 1-1
Eftir gott uppspæl millum Páll A. Klettskarð, Hjalgím Elttør og Atla Danielsen var um reppið, at Kristoffur Jakobsen skoraði, og í næstu atsókn var um reppið, at Páll A. Klettskarð skoraði, eftir at Álvur F. Christiansen hevði lagt innfyri. KÍ trýstir.
60) 1-1
Magnus Olsen er komin inn á NSÍ miðvøllin í staðin fyri Sjúrð Jacobsen.
55) 1-1
Tað er framvegis javnt í Klaksvík, har heimaliðið nú tykist vera meiri tilvitað um at hava størri samband millum fremru keturnar, tá ið teir fara í álop.
HÁLVLEIKUR
1-1
45) 1-1: Álvur F. Christiansen 44.
So er javnt í Klaksvík. Eftir uppspæl í høgru, har bólturin varð lagdur afturum verjuna, legði høgri vongverjin Gunnar Christiansen innfyri, og við handara stólpan var tað Álvur F. Christiansen, sum við fótinum stýrdi bóltin í málið.
40) 0-1
KÍ hevur sera ilt við at fáa skipað og samanhangandi samanspæl í lag. NSÍ liðið er væl skipað og er sera tilvitað um, hvør leikluturin er.
35) 0-1: Árni Frederiksberg 32.
Klaksvíkingar hava síðstu løtuna ment seg, men nú hevur NSÍ lagt seg framum. Málskjútti var miðvallarin Árni Frederiksberg, sum í fyrstu atløgu sendi bóltin í stólpan, og síðani var fyrstur á returbóltinum.
25) 0-0
Klaksvíkingar liggja longri afturi á vøllinum, enn teir hava gjørt higartil í ár, og tí er talan fyri tað mesta um langar endingar fram til Páll A. Klettskarð, sum hevur vánaligar treytir at arbeiða undir. Álvur F. Christiansen hevur havt góða skotroynd, men bólturin fór væl omanfyri málið.
20) 0-0
Tað er framvegis málleyst í Klaksvík. Einar Tróndargjógv hevur havt góða skotroynd, men bólturin fór við síðuna av málinum. NSÍ hevur hug at bjóða av frammarlaga á vøllinum.
5) 0-0
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Klaksvík. Báðir partar hava lagt varðliga fyri. Hjá NSÍ er Jónhard Frederiksberg í miðverjuni í staðin fyri Jens Joensen, sum er skaddur. Monrad Holm Jacobsen er høgri vongverji.
KÍ-NSÍ kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
KÍ: Meinhard Joensen Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen Álvur F. Christianen, Páll A. Klettskarð, Kristoffur Jakobsen
NSÍ: Kristian Joensen Monrad Holm Jacobsen, Jónhard Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Sjúrður Jacobsen, Árni Frederiksberg, Andrass Frederiksberg Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen, Andy Olsen
------
LIÐUGT
5-1
85) 5-1; Gunnar Haraldsen
So hevur HB staðfest, at talan verður um trivaligan heimasigur.
80) 4-1: Ahmed Keita 78.
AB hevur síðstu løtuna fleiri ferðir verið tætt við, og nú eydnaðist tað úr stuttari fjarstøðu AB at minka um munin.
65) 4-0: Fróði Benjaminsen
Eftir fínt skjótt mótálop hevur HB økt um leiðsluna. Hesa ferð var tað liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum skoraði, eftir at Símun Rógvi Hanse´n í fyrsta umfari hevði hálvbjargað.
55) 3-0: Andrew av Fløtum 50.
Spurningurin er bara, hvussu stórur heimasigurin fer at verða. Eftir gott og hugflogsríkt uppspæl endaði bólturin mitt fyri málinum, har Andrew av Fløtum var blankur, tá ið hann setti bóltin í málið.
HÁLVLEIKUR
2-0
HB hevur havt risa møguleikar at økja um leiðsluna, men Símun Rógvi Hansen bjargaði royndini frá Andrew av Fløtum úr stuttari fjarstøðu, og Heini Vatnsdal var óneyvur og sendi bóltin upp um málið, tá ið hann hevði góðan møguleika at skora fyri triðju ferð og harvið at gera hattrikk.
35) 2-0: Heini Vatnsdal
AB verjan er frammarlaga, og tað gera skjótu HB spælararnir sær dælt av. Enn eina ferð hevur Heini Vatnsdal skorað. Hann varð spældur leysur innanfyri verjuna, og smekkaði bóltin undir Símun Rógva Hansen og í netið.
20) 1-0: Heini Vatnsdal 20
Stinni miðvallarin Heini Vatnsdal sneiddi framvið Símun Rógva Hansen, áðrenn hann setti bóltin í málið. AB legði bragdliga fyri, men síðstu løtuna hevur HB yvirtikið spælið, og nú er heimaliðið á odda.
HB-AB
Dómari: Alex Troleis
HB: Hans Jørgensen - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Pál Mohr Joensen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Kristin R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun E. Samuelsen
AB: Símun Rógvi Hansen - Martin Midjord, Leivur Holm Joensen, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Jónas Stenberg, Mikkjal Hentze, Sorin Anghel, Dan Petersen, Rógvi Poulsen - Ahmed Keita
------
LIÐUGT
2-0
85) 2-0
Gongdin er tann sama, og støðan er tann sama.
70) 2-0
Ragnar Tausen er komin á TB miðvøllin í staðin fyri Aron Sørensen.
07Vestur megnar onkra ferðina at senda fram til Camara, men treytirnar hjá honum eru torførar, tí hann er so einsamallur. TB er greitt omaná, og spurningurin tykist bara vera, hvussu stórur heimasigurin fer at verða.
61) 2-0: Poul Ingason 61.
So hevur tað eydnast TB at økja um leiðsluna. Eftir innlegg frá Dan Mortensen sendi Poul Ingason við høvdinum bóltin í málið. Gott lag í heimaleguni í Trongisvági.
55) 1-0
Heimaliðið er leikliga greitt omaná, men tað hevur ikki enn eydnast at økja um leiðsluna, sum framvegis bara er eitt mál.
50) 1-0
Lotið er vaksin eitt sindur í Trongisvági, men tað liggur ikki soleiðis, at annað liðið hevur vindin undan.
HÁLVLEIKUR
1-0
40) 1-0
TB er leikliga greitt omaná, og talan hevur verið um royndir ímóti 07Vestur málinum, men støðan er framvegis 1-0 til heimaliðið.
30) 1-0
TB miðvallarin Rógvi Joensen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin veteranurin Dan Mortensen. Heimaliðið er framvegis leikliga omaná, og teir hava havt fleiri royndir ímóti málinum hjá Andras Gango, uttan at tað hevur eydnast at skora.
15) 1-0 8.
Miðvallarin Ndende hevur við fínum skoti lagt heimaliðið á odda. Líkindini eru góð at spæla við Stórá
TB-07Vestur
Dómari: Rúni Gaardbo
TB: Ivan Stojkovic -Eirikur Magnusarson, Óli Johannensen, Babacar Ndior,Teitur W. Justinussen - Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Rógvi Joensen - Nicholas Ferenc Deverdics, Poul Ingason
07Vestur: Andras Gango Petur G. Dalbø, Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen Torstein Mýlingstind, Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus
------
LIÐUGT
1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu
Í yvirtíðini eydnaðist tað heimaliðnum at javna, tá ið innskifti Kaj Leo í Bartalsstovu, sum var staddur í brotsteiginum, setti bóltin í málið.
75) 0-1
B36 verjir borg. Kaj Leo í Bartalsstovu er komin inn í Víkinga álopið í staðin fyri Hjartvard Hansen, men tað gongur striltið at finna uppløgdu málmøguleikarnar. Vandamiklari er tað, tá ið B36 fer í skjót mótálop.
65) 0-1: Símun Joensen
So hevur B36 lagt seg framum í Sarpugerði. Súni Olsen legði væl innfyri, og vongverjin í vinstru, Símun Joensen, var hægstur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
HÁLVLEIKUR
0-0
Talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar í 1. hálvleiki, har stríðið alla tíðina hevur verið um at vinna miðvøllin.
30) 0-0
Talan er um stórt stríð um miðvøllin, og higartil hevur ikki verið talan um upplagdar málmøguleikar.
20) 0-0
Víkingur-B36
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Víkingur: Geza Turi Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig Jann Ingi Petersen, Filip Djordjevic, André Olsen - Hjartvard Hansen, Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen
B36: Tórður Thomsen Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie, Hørður Askham, Símun Joensen Jákup á Borg, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen - Adishina Lawal, Rasmus Dan Sørensen