? Hetta er heilt nýtt, men í fyrstu atløgu dugi eg ikki at síggja, at HB fer at seta seg ímóti uppskotinum um fleiri útlendskar spælarar.
Tað sigur Gunnar Mohr, sum er formaður hjá HB. Í fjør var HB, sum bleiv føroyameistari, einasta lið í 1. deild, sum bert brúkti føroyskar spælarar. Tí eru fyritreytirnar hjá HB heilt øðrvísi enn hjá eitt nú B68, sum hevur lagt uppskot fram fyri aðalfundin hjá FSF um at hækka mest loyvda talið av útlendskum spælarum á liðnum úr tveimum upp í fýra.
Gunnar Mohr sigur, at hetta als ikki hevur verið til umrøðu í nevndini hjá HB, og at hann tí ikki kann siga so nógv annað, enn hvat hann sjálvur heldur.
? Tað eru ting, sum tala fyri, og eisini ting, sum tala ímóti. Men eg rokni ikki við, at vit í HB eru so nógv ímóti hesum uppskotinum, sigur HB-formaðurin.
Hann heldur, at ein millumloysn kanska hevði verið frægast ? eitt nú at hækka talið upp í tríggjar útlendingar í staðin fyri fýra, sum B68 skjýtir upp.
? Hinvegin er tað mennandi fyri føroyskan fótbólt, at útlendskir spælarar koma upp í kappingina. Eg eri ikki so vísur í, at tað kann gerast ov nógv av tí góða, um talið verður hækkað, sigur Gunnar Mohr, sum leggur dent á, at nevndin í HB als ikki hevur tosað saman um uppskotið, tí tað er so nýtt.
? Tað kann vera, at onkur annar í nevndini kemur við onkrari grundgeving fyri, at vit skulu vera ímóti, sum eg ikki havi hugsað um sjálvur, sigur HB-formaðurin, sum altso sjálvur ikki sær nakað í vegin fyri, at HB ikki kann taka undir við uppskotinum hjá B68.