HB flongdi B36 og liggur væl á FM kósini

Árstalsfelagið megnaði ikki at svara aftur, tá ið nýggi danski álopsspælarin hevði lagt HB framum, og Hilmar Leon Jakobsen staðfesti sigurin

Tað er HB, og so er tað kanska NSÍ, og so er tað B36 og so KÍ.

Í kvøld vann HB rættiliga sannførandi sigur ímóti grannunum í B36. Fyri 11 døgum síðani smurdi B36 KÍ av 6-2. Tað var á Tórsvølli. Í kvøld var B36 aftur á Tórsvølli, og nú legði B36 rygg til trivaligt 2-0 tap.

Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst. HB átti fyrstu stóru løtuna, men so tók B36 yvir, og tað kendist vera púra opið, tá ið spælararnir komu aftur á vøllin.

Men so var tað, at HB setti tingini upp á pláss. Tað var ferðmikið og intenst, og HB spælararnir vunnu flestu nærdystirnar samstundis, sum teir fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum, og tað kendist bara vera spurningur um, nær hol fór at koma á.

HB legði seg á odda, tá ið seinna umfarið var átta minuttir gamalt. Eftir innlegg úr høgru sneiddi Pætur J. Petersen við høvdinum bóltin móti handara stólpa, har Mikkel Dahl var blankur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið, og harvið longu í sínum fyrsta dysti skoraði fyri nýggja felagið.

Tveir minuttir seinni hevði B36 sera góða støðu at svara aftur. Í knappari vend var innskifti Brian Jakobsen leysur í høgru. Hann hevði ein mótstøðumann eftir sær, og undir málinum vóru tveir B36 spælarar. Men sendingin hjá Brian var ikki nóg neyv, og so noyddist Stefan Radosavljevic út í borðið eftir bóltinum í staðin fyri bara at seta hann í netið soleiðis, sum støðan annars legði upp til.

Og so var tað eitt stórt korter undan leikloki, at innskifti Hilmar Leon Jakobsen eftir horna úr høgru og við høvdinum stýrdi bóltin í handara síðunetið.

Merkisvert var tað, at Árni Frederiksberg, sum plagar at vera arkitektur í B36 uppspælinum, tað mesta av tíðini var so at siga blindur ferðamaður. Saknurin var stórur í Michal Przybylski, tí toppskjúttin var skaddur, og tá ið Sebastian Pingel noyddist skaddur av vøllinum, kendist tað vera ómøguligt hjá B36 at svara aftur.

Ørkymlaða B36 liðið sá gula kortið tríggjar ferðir, og tá ið nýggi HB álopsspælarin Mikkel Dahl varð klappaður av vøllinum, var spurningurin heldur, um HB sigurin fór at verða upp aftur størri, enn um B36 fór at megna at svara aftur.

HB er seks stig frammanfyri B36, og HB er nú stórur favorittur at vinna FM.

 

HB – B36 2-0 (0-0)

1-0: Mikkel Dahl 53.

2-0: Hilmar Leon Jakobsen 74.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Heðin Hansen, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen (Hilmar Leon Jakobsen, 68.), Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch, René S. Joensen (Ási Dam, 90.) – Dan í Soylu, Mikkel Dahl (Øssur M. Dalbúð, 83.)

Á beinkinum: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Daivdsen, Bartal Wardum, Áki D. Samuelsen

Gult kort: Mathias Nygaard, Teitur Matras Gestsson

Venjari: Jens Berthel Askou

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Árni Frederiksberg (Hannes Agnarsson, 69.), Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson (Magnus Holm Jacobsen, 36.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 52.), Stefan Radosavljevic

Á beinkinum: Símun Rógvi Hansen, Bjarni Petersen, Hugin Samuelsen, Andreas Thomsen

Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Benjamin Heinesen, Sonni Ragnar Nattestad

Venjari: Jákup á Borg

 

HB131111321034
NSÍ13102128632
13922341729
B3613913391728
Víkingur12624211620
ÍF12615162219
EB/Streymur122196227
TB121387166
AB130498354
Skála1301127371