Lars Müller, sum er 23. maðurin á vøllinum í Gundadali, hevur júst bríkslað fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki.
Nú teir eru farnir at hvíla seg, er VB/Sumba, sum tað ikki hevur verið roknað við skuldi gera nakað við meistaraliðið, á odda 1-0 í fyrru hálvfinaluni ímóti HB.
Einsamalla málið skoraði Birgir Jørgensen í 31. minutti. VB/Sumba hevur havt onkran annan møguleika, uttan at teir hava fingið mál.
HB hevur havt nógv spæl, og nógv hevur gingið fyri seg í og kring brotsteigin frammanfyri málið hjá Vlada Filipovic, men í 1. hálvleiki hevur tað ikki eydnast HB at gera mál.