HB fingið styrk


 

Heimasíðan hjá HB skrivaði beint undan vikuskiftinum, at Tór-Ingar Akselsen hevur gjørt sáttmála við felagið til komandi ár.

Tór-Ingar er annars uppaldur í Vágoynni, har hann eisini hevur verið ein hin týdningarmesti leikarin hjá FS Vágum, sum nú noyðist tungu leiðina niður í aðru deild.

Júst niðurflytingin er sjálvandi høvuðsorsøkin til, at evnaríki miðvallarin hevur valt at skifta felag.