HB fingið nýggja heimasíðu

Havnar Bóltfelag hevur fingið nýggja heimasíðu, sum Knassar hevur gjørt. Gamla heimasíðan hevði sjey ár á baki og nú trongdist til at gera eina nýggja verður sagt úr HB.

 

HB hevur í eina tíð arbeitt við at fáa eina nýggja heimasíðu. Tað er Marni Mortensen, sum hevur samskipað arbeiðið fyri HB, meðan Sverri Egholm og Jon Nysted hava tikið sær av uppgávuni fyri Knassar.

 

Formaðurin í felagnum, Finnbogi Arge, er tann, ið hevur strongt mest á at fáa eina nýggja heimasíðu. Hann fegnast stórliga um nýggju síðuna og møguleikarnar heimasíðan gevur HB.

 

Nýggja heimasíðan hjá HB kann vitjast við at trýsta HER

 

Mynd: (Rakul Hansen/www.hb.fo) Niklái Nysted (t.v.), stjóri á Knassum, og varaformaðurin í HB, Børge B. Hansen.