Havnar Bóltfelag hevur gjørt nýggja avtalu um klædnasponsorat við Sportmaster. Nýggja avtalan merkir, at venjingarbúnarnir hjá øllum leikarum í felagnum fara at vera av merkinum Nike.
Felagið hevur annars seinastu 20 árini brúkt búnar av merkinum Puma.
Finnbogi Arge, sum er formaður í HB, er væl nøgdur við nýggju avtaluna.
- Vit fara har, sum tær bestu avtalurnar eru, og nýggja samstarvið við Sportmaster meta vit at vera ein góð avtala, sigur Finnbogi Arge og leggur afturat:
- Tað virkar, sum at hetta er nakað, sum fólk ganga rættiliga høgt uppí, og eg veit, at fleiri eru spent at síggja og royna nýggju búnarnir, sigur Finnbogi Arge.
Tað er tó ikki sikkurt, at leikarar í HB fara at síggjast í Nike búnum komandi 20 árini eins og við Puma merkinum, tí avtalan millum HB og Sportmaster er í fyrstu syftu galdandi komandi seks árini.