Toppuppgerð í næstbestu fótbóltsdeildini var seinnapartin í Gundadali. Oddaliðið HB hevði vitjan av B68, sum er næstfremst. Talan var um tætta uppgerð, men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru tað heimamenninir, sum fegnaðust. HB vann 2-1. Sigursmálið varð skorað, tá ið tað restaðu fimm minuttir.
Í royndini at vinna uppflyting var tað alneyðugt hjá Skála at vinna fulla úrtøku í Klaksvík. Tað eydnaðist ikki. Úrslitið var 2-2, eftir at KÍ fyrst legði seg framum, og Skála síðani svaraði aftur við tveimum málum, áðrenn heimaliðið javnaði í evstu løtu.
Í Leirvík eydnaðist tað Víkingi at vinna 2-1 ímóti TB. Sigursmálið varð skorað, tá ið tað restaði eitt korter. Tá høvdu heimamenninir verið undirmannaðir í eitt lítið korter. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir varð ein av TB spælarunum vístur av vøllinum.
Í gjárkvøldið vann B36 3-2 ímóti EB/Streymi í stevnudysti í Streymnesi.
Í morgin fær B71 vitjan av FC Suðuroy.
Úrslit
KÍ-Skála 2-2
Víkingur-TB 2-1
EB/Streymur-B36 2-3
HB-B68 2-1
Støðan
HB 33
B68 29
B36 24
KÍ 23
Skála 21
Víkingur 22
FC Suðuroy 20
EB/Streymur 13
TB 13
B71 11
Øll liðini hava spælt 15 dystir uttan B71 og FC Suðuroy. Sannlíkt er tað, at KÍ fer at missa trý stig, og at FC Suðuroy fer at vinna trý stig, tí FC Suðuroy ivaleyst fer at fáa viðhald í kæru um, at KÍ síðsta vikuskifti nýtti ólógligan spælara í 4-1 heimasigrinum ímóti FC Suðuroy.









