Upptakt
Eingin spenningur er um sjálvan dystin, tá HB vitjar á Tvøroyri í dag, men fyri tað kann roknast við, at stór áskoðarafjøld fer at fylgja við, hvussu leikur fer.
HB hevur nevnliga longu tryggjað sær meistaraheitið, og lítið er at ivast í, at Smyril verður væl og virðiliga fullfermdur, tá hann leygarmorgunin leggur frá Havnini við kós móti Drelnesi.
HB viðhaldsfólkini hava sum vera man nógv at gleðast um, og tó at liðið til hendan dystin má vera bæði Bárð Johannesen og Nicu Dogaru fyriuttan, tí teir eru leikbannaðir, so munnu tey ikki vera í iva um, at talan fer at gerast um tvey stig.
Hjá TB er støðan júst hin øvugta. Teir hava mangan leikt stórdystir á Sevmýru móti HB, men soleiðis verður ikki hesaferð. Stórtapið fyri Skála sendi teir so dyggiliga niður í aðru deild, og tó at teir helst mugu royna at vaska hetta av sær í dag, so er á ongan hátt víst, at hetta fer at eydnast teimum.
Tvørámenn hava annars allar leikarar tøkar til dystin, sum altso verður tann seinasti hjá liðnum hetta kappingarárið.