Tvey av liðunum, ið tað ikki gekk soleiðis í ár, sum tað varð vónað, hittast seinnapartin í Gundadali. Hjá HB er ætlanin altíð at vinna FM og steypakappingina. Hvørki av hesum er eydnast í ár. Ætlanin hjá NSÍ var avgjørt ikki at flyta niður, men síðsta sunnudag varð niðurflytingin veruleiki.
Ein av spurningunum, sum hesa vikuna fleiri ferðir hevur verið frammi, er, um Klæmint A. Olsen næsta ár fer at spæla í HB álopinum.
Fyrrapartin í gjár boðaði HB frá, at Dalibor Savic fer at halda fram sum HB venjari. Nýggjur sáttmáli, sum fevnir um tvey tey næstu árini, er undirskrivaður. Dalibor Savic varð HB venjari mitt í hesum kappingarárinum. Tí hevði hann ongan møguleika at velja spælarar. Nú verður tað uppgávan hjá honum saman við nevndini at manna liðið, sum tvey tey næstu árini skal bjóða klaksvíkingum av.
Hjá NSÍ fer miðvallarin Mathias Nielsen ikki at halda fram, og spurningurin er, hvussu tað verður við Klæminti A. Olsen, og hvussu tað verður við Oddi Á. Højgaard. 33 ára gamli toftamaðurin, sum býr í Klaksvík, hevur fýra tey seinastu árini verið drúgvur í NSÍ verjuni, men í 3-2 tapinum ímóti B68 sat hann alla tíðina á beinkinum.
Hjá HB er Adrian Justinussen leikbannaður og Ári Mohr Jónsson og Heri H. Mohr eru skaddir. Tað er ivasamt, um Bartal Wardum er førur fyri at spæla.
Hjá NSÍ er Pætur Hentze leikbannaður, og Aron Knudsen er skaddur.