HB fekk sjey av níggju møguligum stigum móti EB/Streymi

Tað eydnaðist bara EB/Streymi at leypa hvøkk á HB í tí fyrsta dystinum

 

HB og EB/Streymur hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar hetta kappingarárið.

 

Úrtøkan hjá HB í hesum trimum dystunum gjørdist sjey stig, og úrtøkan hjá EB/Streymi gjørdist eitt stig. Málúrtøkan gjørdist 8-3 til HB. 

 

Tað var í fyrsta dystinum 10. apríl á ovara vølli í Gundadali í Havn, at EB/Streymur megnaði at leypa hvøkk á HB við at leggja seg á odda 2-0. HB fekk tá móti dystarenda bjargað sær eitt stig.

 

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í dystunum millum HB og EB/Streym hetta kappingarárið: 

 

 

 

HB-EB/Streymur 2-2 (0-1) - 10. apríl 

 

0-1 Niklas Kruse (2.)

0-2 Niklas Kruse (51.)

1-2 Stefan Radosavljevic (74.)

2-2 Hilmar Leon Jakobsen (88.)

 

 

 

EB/Streymur – HB 1-4 (0-2) - 14. august

 

0-1: Daniel Johansen br 45.+3.

 

0-2: Adrian Justinussen 45.+6.

 

0-3: Pætur J. Petersen 56.

 

1-3: Elias El Moustage 67.

 

1-4: Pætur J. Petersen 75.

 

 

 

HB – EB/Streymur 2-0 (1-0) - 28. august

 

1-0: Áki D. Samuelsen 42.

 

2-0: Pætur J. Petersen 57.