HB fekk síni fyrstu stig

HB hevur lagt væl frá landi í ársins útgávu av Vodafonedeildini. Høvuðsstaðarfelagið vann seinnapartin við 3-1 á B68.

Toftamenn løgdu seg annars óvæntað á odda eftir átta minuttum, tá Dánjal Pauli Højgaard stýrdi innleggi frá Øssuri Hansen í netið. Eftir einum hálvum tíma skifti Sámal Erik Hentze, venjari hjá HB, Bjarna Jørgensen út fyri Milan Kulic. Serbiski miðvallarin varð fullkomiliga óvardur, tá hann við høvdinum javnaði fyri heimaliðið í síni fyrstu røring í dystinum.

Rógvi Poulsen legði HB á odda, tá lítil løtu restaði av fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki royndu toftamenn at søkja at, men hóast tað, økti heimaliðið. Í aðru atløgu eydnaðist tað Andrew av Fløtum at senda brotspark í netið. Framherjin misnýtti fyrru royndina, men dómarin metti, at málverjin var ov skjótur av strikuni.

Leikliga var HB lítið sannførandi, har toftamenn vóru á bóltinum í stórum løtum av dystinum.

 

HB ? B68 3-1 (2-1)

0-1: Dánjal Pauli Højgaard, 10.

1-1: Milan Kulic, 33.

2-1: Rógvi Poulsen, 44.

3-1: Andrew av Fløtum, brotsspark, 78.