HB fekk ikki sín vilja

Heðin Askham fekk ikki nóg nógvar atkvøður til at gerast varalimur í nevndini hjá FSF

FSF ÁRSAÐALFUNDUR

Tað eydnaðist ikki hjá HB at fáa eitt nýtt umboð fyri felagið í nánd av FSF nevndini, eftir at tað var greitt, at Børge B. Hansen ikki fór at halda fram sum næstformaður í FSF.
Á aðalfundinum bar tað til at seta uppskot fram til eykalimir. FSF nevndin skeyt upp, at velja Mortan Poulsen og Sveinbjørn Danielsen, sum frammanundan høvdu verið eykalimir. Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, skeyt upp at velja Heðin Askham sum eykalim.
Tá ið trý uppskot vóru til tveir sessir, var neyðugt við atkvøðugreiðslu. Mortan Poulsen fekk seytjan atkvøður, Sveinbjørn Danielsen fekk fjúrtan atkvøður, og Heðin Askham fekk átta atkvøður. Harvið vóru Mortan og Sveinbjørn afturvaldir sum eykalimir.
Undan aðalfundinum vistu HB keldur at siga, at felagið ætlaði at skjóta Heðin Askham upp sum nýggjan næstformann. Hetta ætlaðu teir at gera, um Børge B. Hansen fór at taka seg aftur og ikki fór at verða í uppskoti til næstformann. Men Børge var í uppskoti, og tí varð einki at ætlanini um at stilla Heðin Askham upp.
Við at skjóta Heðin Askham upp sum eykalim vildi HB ivaleyst geva til kennar, at teir halda seg hava ein kvalifiseraðan mann, sum er klárur at koma í nevndina, tá ið nýggjur persónur aftur skal veljast. Men í fyrstu atløgu miseydnaðist royndin fullkomuliga.
Heðin Askham er annars væl kendur í Fótbóltssambandinum. Hann hevur í fleiri ár verið liðleiðari hjá landsliðnum, og hann hevur verið sera væl umtóktur av spælarunum, venjarunum og øllum hinum, sum hava havt við landsliðið at gera.
Um eitt ár fæst at síggja, um HB aftur fer at skjóta Heðin Askham upp, og um hann tá fer at fáa størri undirtøku, enn hann fekk hesa ferð. Tað tóktist sum um HB hesa ferð ikki hevði gjørt heimaarbeiðið ella fyrireikingararbeiðið nóg væl.

Afturval
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, og teir vórðu báðir afturvaldir. Óli Holm fekk seytjan atkvøður, og Jens Erik Magnussen fekk fimtan atkvøður. Sveinbjørn Danielsen var eisini í uppskoti, men hann fekk ikki fleiri enn sjey atkvøður.
Jens Erik hevur í øll árini verið tann av nevndarlimunum í FSF, sum hevur havt mest við landsliðið at gera. Áðrenn Óli Holm fór í landsstýrið hevði hann nógv við dómarar og dømingina at gera. Sveinbjørn Danielsen hevur tey seinastu árini verið kappingarstjóri hjá kvinnunum. Tað arbeiðið sigst hann hava røkt væl. Men tað ber ikki til at siga, at hann fekk eina álitisváttan á nevndarvalinum. Men talan var heldur ikki um nakra misálitisváttan. Sveinbjørn var eykalimur frammanundan, og hann er framvegis eykalimur.