HB fekk bank í Georgia

Føroyameistararnir úr HB fingu oyruni í maskinuna, tá ið teir mikukvøldið leiktu Champions League undandyst ímóti georgiska linum FC Wit í georgiska høvuðsstaðnum Tbilisi.

Oddaliðið í fremstu føroysku fótbóltsdeildini, HB, kemur í dag aftur til Føroya, eftir at teir hava verið á ferð í Georgia, har teir mikukvøldið leiktu Champions League undandyst ímóti FC Wit. Ferðin var ikki serliga væleydnað, tí havnarmenninir komu aftur úr Georgia við einum 0-5 tapi.

Gekk skjótt
Teir 5.000 áskoðararnir á Boris Paichadze leikvøllinum í Tbilisi sóu eitt georgiskt lið, sum frá fyrsta bríksli hevði munin á sínum føroysku mótstøðumonnum. Liðið hjá HB hevði ilt við at fóta sær í teimum 30 hitastigunum, og tað vóru einans leiktir 12 minuttir, tá ið Vladimer Gochashvili legði vertirnar á odda. Hetta var ikki júst tann byrjanin upp á dystinum, sum HB hevði ætlað sær, og støðan versnaði bara, so hvørt sum fyrri hálvleikur leið.
Fyrst økti Otar Martsvaladze til 2-0, og áðrenn kypritoiski dómarin, Costas Theodotou, hevði bríkslað fyri hálvleikssteðgi, var georgiska liðið komið á odda 3-0 við einum máli, sum David Dighmelashvili hevði skorað.

Avgreiðsluspurningur
Tað sást á øllum brøgdum, at talan var um ein avgreiðsluspurning hjá FC Wit, og spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin hjá FC Wit fór at verða. Útlitini hjá HB í seinna hálvleiki vóru ikki góð, tí longu tá ið tríggir minuttir vóru leiktir eftir steðgin, legði georgiska liðið seg á odda 4-0, tá ið Alexander Intskirveli var á blettinum og fekk bóltin framvið Danny Rasmussen í málinum hjá HB.
Georgiska liðið helt fram við at trýsta á málið hjá føroyameistarunum, og bert tíggju minuttir eftir fjórða málið hjá FC Wit, var aftur galið í verjuni hjá HB, og Irakli Ebanoidze legði georgiska liðið á odda 5-0, og enn var ein hálvur tími eftir at leika. Havnarmenninir fingu tó forðað georgiska meistaraliðnum í at skora enn fleiri mál, og tí gjørdist endaliga úrslitið 5-0 til FC Wit.
Úr Georgia frætta vit, at fleiri av málunum hjá FC Wit vóru fullkomiliga óneyðug, og at bert tvey av málunum vóru veruliga gjøgnumspæld. HB hevði ilt við at koma til nakrar málmøguleikar, og veruleikin er helst tann, at talan bert er um ein avgreiðsluspurning, tá ið georgiska liðið kemur til Føroya at taka dystin upp aftur við føroysku meistararnar á Tórsvølli komandi mikukvøld.