Størsti favoritturin í dag er HB, sum er á veg norður í Sundalagið at spæla við Margáir ímóti EB/Streymi.
EB/Streymur er aftast, og tølini siga, at pílurin peikar fult og heilt skeiva vegin. EB/Streymur hevur tapt fimm tær seinastu ferðirnar við samantalda málmuninum 2-19! Í roynd at venda gongdini eru nú veteranarnir Egil á Bø og Marni Djurhuus aftur í miðverjuni. Samantalda dystartalið hjá teimum í fremstu røð er 941!
Vinstri vongverjin Jóhannes Hansen og framrættaði Rasmus Dan Sørensen eru so mikið skaðadarvaðir, at teir eru ikki førir fyri at spæla í dag, og tað er ivasamt, um Leif Niclasen verður førur fyri at spæla.
Tá ið HB skírisdag hevði vitjan av EB/Streymi var úrslitið 4-2. Hetta var fyrsta ferðin, at Arnbjørn Hansen í landskappingini spældi ímóti barndómsfelagnum, og Arnbjørn var eirindarleysur. Hann skoraði hattrikk, og ein annar fyrrverandi EB/Streyma spælari, Levi Hanssen, skoraði fyrsta HB málið.
HB venjarin Heðin Askham hevur fleiri ferðir sagt, at hann er nøgdur við leikliga avrikið og menningina av liðavrikinum, men úrslitini hava ikki altíð koppað HB til fyrimunar. Eftir at NSÍ í gjár misti tvey stig, hevur HB í dag møguleika at taka seg nærri toppinum.
Jóhan Troest Davidsen er leikbannaður, Gunnar Haraldsen er skaddur, og tað er ivasamt, um Arnbjørn Hansen og Christian R. Mouritsen eru førir fyri at spæla.
Rókur av Fløtum Jespersen er við aftur eftir fleiri ár undir útbúgving á flatlondum.