HB fær flest landsliðspengar

Seks tey fremstu liðini í Effo-deildini fáa nógvar pengar fyri teir tríggjar undankappingardystirnar, ið Føroyar higartil hevur leikt

Til seinastu EM undankapping hjá Føroyum var tað nýtt, at UEFA læt landsliðspengar til feløgini, ið høvdu latið leikarar til landsdystir.

Í september byrjaði ein nýggj EM undankapping, og aftur hesa ferð fáa feløgini, ið lata landsliðsleikarar fíggjarligan ágóða fyri nýtslu av leikarum.

Til seinastu EM undankapping, gav hvør leikari á leið 30.000 krónur pr dyst, har leikarin hevði staðið á dómaraseðlinum.

Um vit brúka sama frymil og taka støðið í 30.000,- krónum pr dyst til hesa undankappingina, er tað HB, ið hevur fingið flest pengar í føroyskum fótbólti fyri teir tríggjar landsdystirnar, ið eru leiktir.

Feløgini samanlagt fyri teir tríggjar undankappingardystirnar:

HB: 360.000,- krónur

Víkingur: 330.000,- krónur

B36: 210.000,- krónur

EB/Streymur: 180.000,- krónur

NSÍ: 120.000,- krónur

KÍ: 90.000,- krónur

Føroyar-Finnland

HB: Fróði Benjaminsen, Teitur M. Gestsson, Jóan Símun Edmundsson, Jóhan Troest Davidsen = 120.000,- krónur

B36: Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Tórður Thomsen = 90.000,- krónur

Víkingur: Hallur Hansson, Bárður Hansen = 60.000,- krónur

EB/Streymur: Jónas Tór Næs, Arnbjørn Hansen = 60.000,- krónur

NSÍ: Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint Olsen = 60.000,- krónur

KÍ: Páll A. Klettskarð = 30.000,- krónur

Norður Írland-Føroyar

Víkingur: Atli Gregersen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Bárður Hansen = 150.000,- krónur

HB: Fróði Benjaminsen, Jóan Símun Edmundsson, Teitur M. Gestsson, Levi Hanssen = 120.000,- krónur

EB/Streymur: Jónas Tór Næs, Arnbjørn Hansen = 60.000,- krónur

B36: Tórður Thomsen, Alex Mellemgaard = 60.000,- krónur

NSÍ: Pól Jóhannus Justinussen = 30.000,- krónur

KÍ: Páll A. Klettskarð = 30.000,- krónur

Føroyar-Ungarn

Víkingur: Atli Gregersen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Bárður Hansen = 120.000,- krónur