Í Sosialinum 2. desembur stóð at lesa um trætuna millum B36 og HB um leikaraskiftið hjá Jógvani Skeel Nólsøe úr AB til B36. Í stuttum snúði trætan seg um, at HB segði seg hava rætt til uppalingarpengar, sum B36 tí skuldi rinda, um Jógvan Skeel Nolsøe valdi at skifta til B36.
Nú er trætan so fyribils loyst. B36 hevur fingið fráboðan frá FSF um, at HB ikki eigur rætt til endurgjald fyri skiftð hjá Jógvani Skeel Nolsøe frá AB til B36.
- Vit virða reglurnar viðvíkjandi endurgjald fyri venjing og útbúgving av leikarum. Men vit ynskja sjálvandi ikki at gjalda pening, tá hitt felagið ikki hevur rætt til hetta, sigur Heiðrikur Christiansen, formaður í B36, í stuttari viðmerking til heimasíðuna hjá B36.
Hann leggur aftrat, at B36 frá byrjan hevur mett, at teir høvdu hald í sínum máli, og tí ynskti felagið eisini at fáa hetta avgreitt sum skjótast.