Ársins toppskjútti, Ársins áleypari og Ársins leikari. Tað kann Heidi Sevdal hjá HB kalla seg nú. Hon vann allar tær virðislønirnar, tá Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn fagnaðu fótbóltinum.
Soleiðis vann HB tríggjar av seks virðislønum, sum leikararnir kundu kappast um. Hetta er áhugavert, tá tað annars enn einaferð var KÍ, sum fór við meistaraheitinum. Sum tit síggja aðrastaðni í Ítróttinum, so vann KÍ bara eina virðisløn leygarkvøldið. Hesa fekk Malena Josephsen, sum gjørdist Ársins verjuleikari.
Hjá monnum var tað øðrvísi. HB vann meistaraheitið har – og HB fekk eisini flestar virðislønir leygarkvøldið.
Fróði Benjaminsen gjørdist Ársins miðvallari og Ársins leikari, umframt at Jóhan Troest Davidsen gjørdist Ársins verjuleikari.
Soleiðis fór HB við tilsamans seks virðislønum.
Tað eru venjarar, liðformenn og journalistar, sum hava greitt atkvøðu. Soleiðis plagar tað eisini at vera, men árið í ár er tó øðrvísi á tann hátt, at atkvøðubýti nú er alment. Aðrastaðni í Ítróttinum fært tú eitt yvirlit yvir hvørjir venjarar, liðformenn og journalistar hava atkvøtt – og hvussu hesir hava atkvøtt. Hetta er gjørt fyri at tryggja gjøgnumskygni, samstundis sum tað eisini skapar eitt breiðari og betri grundarlag at kjakast út frá.