HB eyðmýkti NSÍ

1. DEILD: Jákup Thomsen var trífaldur málskútti, tá ið teir næstbestu hjá HB við Tróndi Jensen og Hera Mohr á liðnum eyðmýktu favorittarnar

Jákup L. Thomsen var trífaldur málskjútti, tá ið NSÍ í kvøld legði rygg til 5-0 tap ímóti teimum næstbestu hjá HB

Talan var um eyðmýking av teimum størstu, tá ið teir næstbestu hjá HB í kvøld á ovara vølli í Gundadali vunnu stórsigur ímóti teimum bestu í NSÍ.

 

HB vann 5-0. Hálvleiksstøðan var 2-0. Málini í fyrra hálvleiki vórðu skorað innanfyri tveir minuttir, tá ið tað restaðu smáir 10 minuttir til hálvleik.

 

HB var mannað við Bjarta Vitalis Mørk í málinum, og undan steðginum var Tróndur Jensen á miðvøllinum. Hann var í 2021 á NSÍ miðvøllinum. Í fjør flutti hann aftur til barndómsfelagið HB, men í fjør var hann ódrúgvur orsakað av slitnum krossbandi.

 

Tróndur skipaði spælið í fyrra hálvleiki, og tá ið hann varð eftir steðgin varð spardur, so hildu liðfelagarnir fram, og í seinna hálvleiki skoraði HB trý mál aftrat. Stóri málskjúttin var Jákup L. Thomsen, sum higartil í ár fyri tað mesta hevur verið innskiftari á besta liðnum, har hann higartil í sjey dystum hevur skorað eitt mál. Í kvøld skoraði Jákup L. Thomsen bæði málini í fyrra hálvleiki, og miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti hann 5-0 heimasigurin.

 

Hini bæði HB málini skoraðu væl uppløgdu Gilli Róason og Rani W. Sørensen. Tá átti Heri Hjalt Mohr uppleggið. Undanfarnu árini hevur hann verið nógv á besta liðnum, og í kvøld var hann  fyri fyrstu ferð í ár á næstbesta HB liðnum. Hann varð skiftur út ein minutt eftir, at HB hevði skorað til 5-0.

 

Nú hevur HB átta stig, og NSÍ hevur 16 stig. Teir gulu í Runavík høvdu neyvan roknað við, at úrslitið fór at verða soleiðis, sum tað tørnaði út. 20 minuttir undan leikloki sá miðvallarin Betuel Hansen beinleiðis reyttt, og nú snýr tað seg um at reisa seg fyri at finna fokus, sum er at vinna plássið í bestu deildini aftur.

 

Jákup L. Thomsen var trífaldur málskjútti, tá ið NSÍ í kvøld legði rygg til 5-0 tap ímóti teimum næstbestu hjá HB