HB er einasta føroyska felagið, sum nakrantíð er komið víðari í evropeiskum fótbólti. Hetta hendi tó eftir at lettiska liðið RAF Jelgava ikki møtti upp til seinna dystin, sum skuldi spælast á Toftum. Jelgava vann fyrra dystin 1-0.
Besta einstaka úrslitið er 2-0 sigurin á finska liðnum FC Vaasa í 1998. Súni Fríði Johannesen skoraði tá bæði málini í dystinum á Tórsvølli. Hetta er samstundis einasti sigurin hjá HB í evropeiskum fótbólti. FC Vaasa vann tó seinna dystin við fýra málum móti ongum.
Fimm ferðir er tað eydnast at fáa javnleik, men tað er bert á heimavølli. HB hevur tapt allar sínar evropeisku útidystir.
Bestu málskjúttar í evropeiskum fótbólti hjá HB eru Bárður Mortansson og Súni Fríði Johannesen við tveimum málum í part.
Hagtøl:
UEFA Cup 2001:
HB - Grazer AK (Eysturríki) 2-2 (0-0), Bárður Mortansson (51, 58)
Grazer AK - HB 4-0 (2-0)
InterToto Cup 2000:
HB - Lombard FC (Ungarn) 0-4 (0-3)
Lombard FC - HB 3-0 (1-0)
Champions League 1999:
HB -FC Haka (Finnland) 1-1 (0-0), Magni á Lakjuni, (47)
FC Haka - HB 6-0 (2-0)
UEFA Cup 1998:
HB - FC Vaasa (Finnland) 2-0 (1-0), Súni Fríði Johannesen (28, 73)
FC Vaasa - HB 4-0 (2-0)
Cup Winners Cup 1997:
HB - Apoel Nicosia (Kypros) 1-1 (1-1), Uni Arge (40)
Apoel Nicosia - HB 6-0 (2-0)
Cup Winners Cup 1997:
Dinamo Batumi (Georgia) - HB 6-0 (3-0)
HB - Dinamo Batumi 0-3 (0-2)
InterToto Cup 1995:
Bólkur 8
HB - Universitatea Cluj (Rumenia) 0-0 (0-0)
Tromsø (Noreg) - HB 10-0 (5-0)
HB - Germinal Ekeren (Belgia) 1-1 (0-1), Sigfríður Clementsen (87)
FC Aarau (Sveis) - HB 6-1 (3-1), Gunnar Mohr
UEFA Cup 1994:
Motherwell FC (Skotland) - HB 3-0 (2-0)
HB - Motherwell 1-4 (0-2), Andreas F. Hansen (57)
Cup Winners Cup 1993:
RAF Jelgava (Lettland) - HB 1-0 (0-0)
HB - RAF Jelgava 3-0 (RAF Jelgava møtti ikki til dystin, og HB vann tí 3-0)
1. umfar
Universitatea Craiova (Rumenia) - HB 4-0
HB - Universitatea Craiova 0-3