Tað er ikki lukkuligt, sum EB/Streymur fer við HB í steypafinaluni á ovara vølli í Gundadali.
Tá ið 20 minuttir vóru farnir, økti EB/Streymur um leiðsluna, sum nú er 3-0. Málskjútti var Arnbjørn Hansen, sum stýrdi bóltin í málið við høvdinum.
HB hevur bóltin eins nógv sum EB/Streymur, men tað er nógv størri tyngd og broddur í hjá EB/Streymi.
Um tað er nøkur troyst hjá HB, so er hon, at teir í 2. hálvleiki fara at fáa vindin undan.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki fór málskjúttin til 3-0 Arnbjørn Hansen av vøllinum við skaða.