HB er stórur favorittur

Sambært veddingarsíðunum er HB greiður favorittur til Champions League dystin móti Lincoln FC í annaðkvøld.

Í annaðkvøld klokkan 19:00 spælir HB seinna undankappingardystin til Champions League móti Lincoln FC á Tórsvølli.

 

Í fyrra dystinum niðri á Gibraltar endaði dysturin við javnleiki 1-1. Tí er útgangsstøðið hjá HB gott til dystin í annaðkvøld og sambært veddingarsíðunum er HB ein risa favorittur til dystin í annaðkvøld.

 

Á teimum flestu veddingarsíðunum gevur ein sigur til Lincoln FC útvið 8 ferðir pengarnar aftur, meðan ein sigur til HB í mesta lagi gevur pengarnar 1,35 ferðir aftur.