HB er nýtt topplið

Fyrsti dysturin í 9. umfari endaði við 2-0 HB heimasigri ímóti Skála

Við 2-0 sigri á heimavølli ímóti Skála hevur HB í dag vunnið seg upp á toppin í Effo-deildini. Tað vóru royndirnar og tyngdin, sum at enda vóru avgerandi. Pál Mohr Joensen setti hol á eftir lítlan hálvan tíma í fyrra hálvleiki, og tað var Fróði Benjaminsen, sum eftir lítlan hálvan tíma í øðrum hálvleiki økti um leiðsluna.

 

Hugburðurin hjá skálamonnum var, at teir høvdu alt at vinna og einki at tapa. Gestirnir vóru fyrsta hálva tíman bæði í fyrra og seinna hálvleiki sera bragdligir, og í fleiri førum var tað um reppið, at Skála skoraði. At tað ikki eydnaðist komst av, at skálamenn ikki vóru nóg neyvir í avgerandi støðunum og ikki minni orsaka av, at HB málverjin, Teitur M. Gestsson, vísti fleiri framúr góðar bjargingar.

 

HB var alla tíðina meiri á bóltinum, og bæði sum 1. og 2. hálvleikur leið, fór luftin eitt sindur úr gestunum, og harvið varð tað at enda ikki so stórur spenningur um, hvussu tað fór at enda.

 

Heimaliðið syrgdi fyri tí, sum var neyðugt fyri at vinna øll stigini og harvið oddasessin.

 

HB hevur nú 21 stig, og B36 hevur 20 stig. 

 

HB-Skála 2-0 (1-0)

1-0: Pál Mohr Joensen 27.

2-0: Fróði Benjaminsen 75.

Dómari: Petur Reinert

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (Levi Hanssen, 74.), Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen – Fróði Benjaminsen (Tróndur Jensen, 78.), Christian R. Mouritsen, Heini Vatnsdal – René S. Joensen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen (Símun Samuelsen, 65.)

Gult kort: eingin

Skála: Mark Ryutin – Jákup Johansen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen - Jákup Johansen (Karstin Justesen, 89.), Andras Frederiksberg (Hendrik á Fríðriksmørk, 81.), Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Holgar Durhuus (Uni Jacobsen, 89.) - Brian Jacobsen

Gult kort: eingin

 

Fýra dystir í Effo-deildini verða spældir sunnudagin: ÍF-AB, NSÍ-B36, B68-KÍ og EB/Streymur-Víkingur.

 

LIÐUGT

2-0

3 minuttir lagdir aftrat.

89) 2-0

Uni Jacobsen er komin inn fyri Holgar Durhuus hjá Skála.

Karstin Justesen er komin inn fyri Jákup Johansen hjá Skála.

 

85) 2-0

Heimamenninir spæla bóltin millum sín aftarlaga á vøllinum. Einki bendir á, at tað eftir síðsta bríksl verður nógv øðrvísi, enn tað er nú.

 

82) 2-0

Andrass Frederiksberg er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Henrik á Fríðriksmørk á Skála liðið.

 

80) 2-0

Tróndur Jensen hevur avloyst Fróða Benjaminsen hjá HB.

 

77) 2-0: Fróði Benjaminsen 75.

Eftir horna úr høgru frá Christian R. Mouritsen hevur Fróði Benjaminsen við høvdinum økt um leiðsluna, og harvið man tað vera mest sum avgjørt, hvør skal vinna stigini.

 

Levi Hanssen hevur avloyst Jógvan Róa Davidsen hjá HB.

 

74) 1-0

Skála hevur havt fína roynd. Liðformaðurin Teitur R. Joensen sneiddi seg leysan í vinstru, hann royndi seg við góðum skoti, men Teitur M. Gestsson bjargaði til horna, og eftir horna stútaði Pætur Dam Jacobsen úr fimm metrum og upp um málið!

 

 

70) 1-0

Nú hevur HB verið tætt við. Eftir horna sendi Pál Mohr Joensen við høvdinum bóltin við síðuna av málinum. Spenningurin er stórur í øllum regninum.

 

65) 1-0

Símun Samuelsen er komin inn á HB liðið. Út er farin Kristin R. Mouritsen.

Tað er Skála, sum fyrrapartin av 2. hálvleiki hevur verið meiri ágangandi.

 

60) 1-0

Skála miðvallarin Ólavur Mikkelsen hevur havt góða frísparksroynd, men Teitur M. Gestsson bjargaði. Spurningurin er, um Skála nú fer at kenna sína vitjunartíð.

 

55) 1-0

Skála hevur eftir horna havt risa møguleika. Jákup Johansen tamdi sera væl, men Rógvi S. Holm blokeraði til horna.

 

52) 1-0

Skála roynir at leggja fyri á sama hátt, sum gestirnir gjørdu fyrstu minuttirnar. Jákup Jacobsen hevur havt góða roynd, sum endaði við hornasparki.

 

 

46) 1-0

Vindurin er vaksin, og nú er tað HB, sum hevur fríska lotið undan. Nú regnar í Gundadali.

Teir somu 22 eru á vøllinum.

 

---

Teir eru farnir undir tak í Gundadali, har HB er frammanfyri 1-0 ímóti Skála.

 

Gestirnir løgdu sera bragdliga fyri. Skála leyp nógv á, og tá hevði heimaliðið torført við at fáa alt at ganga fyri seg eftir sínum treytum.

 

Í 27. minutti setti HB hol á eftir innkast í vinstru. Andrew av Fløtum spældi vongverjan í vinstru, Pál Mohr Joensen, leysan. Pál royndi at sneiða seg leysan, tað eydnaðist ikki heilt, men tá ið møguleikin kendist vera mest sum burtur, smekkaði Pál til, og bóltin sat mitt í Skála málinum. Kanska rakti bólturin í ein av skálamonnunum á vegnum.

 

Eftir leiðslumálið hevur HB havt bóltin nógv størsta partin av tíðini, og Skála hevur torførari at bjóða seg til enn fyrra partin av umfarinum.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

Skála átti eftir fríspark síðstu royndina, men tað varð ongantíð vandamikið.

 

45) 1-0

2 minuttir lagdir aftrat vanligu leiktíðini í 1. hálvleiki.

 

43) 1-0

Kristin R. Mouritsen varð spældur leysur, eftir at hann var runnin úr vinstru og inn millum miðverjarnar. Skotið var gott, men Mark Ryutin bjargaði.

 

41) 1-0

Fróði Benjaminsen er komin á vøllin aftur. Hann tykist vera eitt sindur darvaður av skaða, og Tróndur Jensen hitar upp.

HB hevur fult og heilt tak á tí,og tað er torført hjá skálamonnum at fáa fatur á bóltinum.

 

38) 1-0

Fróði Benjaminsen er farin skaddur á vøllinum. Tað kemur ógvuliga illa við, um hann verður noyddur at fara av vøllinum.

 

33) 1-0

Fyri spenningin var tað ikki so gott, at tað var HB, sum setti hol á, og at tað ikki var Skála, sum hevur verið sera væl upplagt, ið skoraði fyrsta málið. Men skálamenninir halda fram í sama lag. Hugburðurin tykist vera, at teir í dag hava alt at vinna og einki at tapa.

 

30) 1-0: Pál Mohr Joensen 27.

So er heimaliðið á odda. Pál Mohr Joensen sneiddi seg eftir innkast leysan í vinstru, og tá ið hann var komin í brotsteigin smekkaði hann til. Kanska tók bólturin í ein av verjumonnunum, men málmaðurin sá ikki serliga sannførandi út í hesi støðuni.

 

HB heldur fram, og í næsta álopi brast bólturin í tvørtræið eftir hornaspark!

 

25) 0-0

Skálamenn eru framvegis sera ágangandi. HB hevur á ongan hátt mist fótafestið, og tað kennist sum um, at heimaliðið hevur tol og bíðar, inntil gestirnir hava runnið hornini av sær.

HB verjan er langt frammi, og tað ber møguleikar við sær til fótfimu gestirnar.

 

20) 0-0

Gongdin er tann sama. HB hevur bóltin meiri enn gestirnir, men Skála er vandamikið í álopsroyndunum. Nú regnar í Gundadali.

 

15) 0-0

Hóast teir eru undirtippaðir, so tað stendur eftir í, so vísa skálamenn, at teir avgjørt ikki eru komnir í Gundadal bara at verja. Teir hava fyrsta korterið verið sera framrættaðir, og nú hava teir havt risa møguleika, men royndin hjá Jákupi Johansen varð blokerað til horna.

 

10) 0-0

Bestu royndina síðstu løtuna hevur Skála havt. Væl upplagdi vongverjin í høgru, Jákup Johansen, sneiddi seg í góða støðu, skotinum bilti einki, men bólturin fór omanfyri málið.

 

 

5) 0-0

HB hevur havt fyrsta horna, og Skála hevur havt eina góða støðu.

 

1) 0-0

HB leggur bragdliga fyri.

 

HB-Skála kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, , Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Pál Mohr Joensen – Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen, Heini Vatnsdal – René S. Joensen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen

Skála: Mark Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen - Jákup Johansen, Andras Frederiksberg, Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Holgar Durhuus - Brian Jacobsen

 

 

Líkindini eru góð at spæla fótbólt í Gundadali í dag.