HB og Skála eru farin í heystfrí frá landskappingini. HB er greitt oddalið, og Skála er greitt botnlið.
Tá ið kappingin eftir landsliðssteðgin verður tikin uppaftur, verður HB stórfavorittur at vinna FM, og Skála verður stórfavorittur at flyta niður.
Í góðveðrinum í dag vann HB 3-0 ímóti Skála. HB hevði alla tíðina greiða yvirvág. Teir á toppliðnum vóru væl meiri á bóltinum enn teir á botnliðnum, og talan var um nógvar málmøguleikar. Heimamenninir vóru ikki altíð so neyvir, og so var Bárður á Reynatrøð sera stinnur í málinum hjá Skála.
Men skálamenn avrikaðu væl í Gundadali. Teir vístu bóltførleikan, samanspælið og hugflogið, sum er eitt av eyðkennunum hjá teimum í framrættaða partinum, og í dag vóru teir væl skipaðir í verjupartinum, og teir mistu ikki so ofta í uppspælinum, sum teir ofta hava gjørt fyrr í ár.
Tá ið ein lítil hálvur tími var farin, hevði Poul Kallsberg góðan møguleika at javna til 1-1, men síðani hevði Skála ikki heilt upplagdar málmøguleikar, hóast talan viðhvørt var um góðar støður.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Adrian Justinussen toppliðið framum eftir upplegg frá Hilmari Leon Jakobsen, og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Hilmar Leon Jakobsen til 2-0, eftir at innskifti Mikkel Dahl spældi hann leysan.
HB skifti Mikkel Dahl, Øssur M. Dalbúð og Hørð H. Askham inn. Hetta eru spælarar, sum ivaleyst høvdu verið fastir menn á flestu av hinum liðunum, og síðstu løtuna gekk alt meiri fyri seg í og kring brotsteigin hjá skálamonnum, sum sjálvandi fóru at troyttast, tí teir eisini hóskvøldi spældu – á heimavølli ímóti B36.
Fýra minuttir undan leikloki staðfesti innskifti Øssur M. Dalbúð sigurin, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Daniel Johansen við horna legði innfyri úr høgru.
HB hevur 58 stig og er nú 10 stig frammanfyri KÍ, sum tó hevur spælt tveir dystir færri enn HB.
Skála hevur trý stig og er fýra stig aftanfyri AB og 12 stig aftanfyri TB, sum er á áttanda plássi
HB – Skála 3-0 (1-0)
1-0: Adrian Justinussen
2-0: Hilmar Leon Jakobsen
3-0: Øssur M. Dalbúð
Dómari: Eiler Rasmussen
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum (Hørður H. Askham, 79.), Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen (Mikkel Dahl, 46.), Mathias Nygaard (Øssur M. Dalbúð, 62.), Tróndur Jensen, Adrian Justinussen – Hilmar Leon Jakobsen, Dan í Soylu
Skála: Bárður á Reynatrøð – Mikal á Reynatrøð, Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen (Haraldur R. Højgaard, 56.), Hjalti Strømsten (Jóhan Waag Høgnesen, 68.) – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Poul Kallsberg, Erland Berg Danielsen, Ronni Møller-Iversen – Jóhan Bergsson Johansen (Jan Ingason Hansen, 61.)