Nú er tað greitt, at føroyameistararnir í HB vera annað liðið í finaluni í fótbóltskappingini í Gundadali. Finalan verður klokkan 20.
Skála og HB spældu um finaluplássið. Skuldi tað eydnast Skála at vinna finaluplássið, so var neyðugt at vinna dystin. Skála hevði møguleikar at skora, men tað var HB, sum vann 1-0. Málskjútti var Fróði Benjaminsen.
Meinhard Olsen var eitt sindur á NSÍ liðnum í fjør. Ivaleyst verður nógv meiri at hoyra frá honum í ár. Í kvøld vann NSÍ 2-0 á EB/Streymi, og Meinhard Olsen skoraði bæði málini.
AB vann 1-0 á ÍF.
Tað verður greitt um eina løtu, hvat mótstøðuliðið hjá HB í finaluni verður.