HB er heilt væl fyri

Fyrsta tíman vóru gestirnir greitt oman á í venjingardystinum í Sarpugerði

Um eina viku – leygardagin 9. mai – fer bólturin á rull í landskappingini í bestu deildini.

Tá skal Víkingur spæla á Argjum, og HB fær vitjan av EB/Streymi.

Í dag hittust Víkingur og HB í venjingardysti í Gøtu.

HB vann 2-0, og fyrsta tíman, tá ið liðini ivaleyst vóru í uppstilling, sum man fara at minna nógv um tað, sum verður at síggja um eina viku, vóru tað gestirnir, ið settu dám á.

HB var øgiliga framrættað í uppstilling og spæli, og tað eydnaðist at kroysta heimaliðåið, sum hevði ilt við at fáa skipað samanspæl í lag.

Síðsta hálva tíman leikaði tað meiri javnt á.

Talan var ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar.

HB setti hol á í fyrra hálvleiki, tá ið tað eydnaðist teimum at vinna bóltin og at vera tveir ímóti einum. Pætur J. Petersen skoraði, og René S. Joensen átti uppleggið.

Adrian Justinussen økti í seinna hálvleiki til 2-0, tá ið hann royndi seg úr heilt stórari fjarstøðu.

Fleiri HB spælarar eru á skaðalistanum, men liðið tóktist í dag at vera í góðari javnvág.

Sølvi Vatnhamar hevur nógvu tey seinastu árini verið framrættaði lyklaspælarin hjá Víkingi. Hann var ikki tøkur ídag, tí hann er nústaðni farin undir aftur at venja eftir skaðasteðg. Avrikið í dag vísti, at tað hevur sera stóran týdning fyri Víking, at Sølvi Vatnhamar sum skjótast aftur verður førur fyri at spæla.