Tað var vanligur dagur á HB skrivstovuni ídag. Spælið var einki at reypa av í vindinum í Hólmanum, og heimamenninir hildu seg hava møguleika í seinna hálvleiki, tí HB megnaði bara at skora eitt mál undan nógva vindinum.
So skoraði HB tvey mál aftrat. Nú hevur meistaraliðið vunnið 64 stig, og nú resta tað trý stig hjá HB at leggja seg undir liðina á B36, sum í 2011 setti met við at vinna FM við 67 stigum.
B36 var undan hesum umfarinum á silvurplássi. Í dag endaði tað 1-1, tá ið Víkingur hevði vitjan av B36. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og síðstu løtuna pressaði heimaliðið fyri at vinna sigursmálið.
Tað eydnaðist ikki, og nú er møguleikin hjá Víkingi at vinna seg í Europa næsta summar mest sum burtur.
Sigur í steypafinaluni var atgongumerki hjá B36 at spæla í Europa, og í landskappingini datt B36 í dag av øðrum og aftur á triðja pláss.
Páll A. Klettskarð legði KÍ framum longu í fyrsta minutti í heimadystinum ímóti AB. KÍ vann 3-0.
Sigurin kendist øgiliga søtur. Bæði tí klaksvíkingar ikki høvdu vunnið í fyra dystum á rað, og tí tað vóru fleiri ungir spælarar á liðnum, enn tað plaga at vera, tí fleiri av lyklaspælarunum vóru burtur.
Úrslitið ber við sær, at KÍ aftur er á silvurplássinum.
NSÍ vann 7-1 ímóti 07 Vestur. Stóra skrædlið ber við sær, at NSÍ er eitt stig frá bronsuplássinum, og at málmunurin hjá 07 Vestur versnaði ógvuliga nógv.
Stórsigurin ber við sær, at NSí nú hevur skorað fleiri mál enn nakað annað lið. NSÍ hevur skorað 54 mál, HB hevur skorað 52 mál og B36 51 mál. Á fjórða plássi er KÍ við 42 málum.
Suðringar vunnu 2-1 á heimavølli ímóti Skála. Skálamenn pressaðu síðstu løtuna fyri at javna, men tað eydnaðist ikki. Næst við vóru teir, tá ið Poul Ingason bjargaði á strikuni hjá heimaliðnum.
Nú er tað eitt stig frá Skála á sætta plássi og aftur til Suðringar á sjeynda plássi.
Talan var um tætta uppgerð, og spenningurin helt sær inntil síðsta bríksl.
KÍ – AB 3-0 (2-0)
1-0: Páll A. Klettskarð
2-0: Óli Eyðsteinsson Poulsen
3-0: Kristoffur Jakobsen
EB/Streymur – HB 0-3 (0-1)
0-1: John Frederiksen
0-2: Niklas Kruse
0-3: Ari Mohr Olsen
Víkingur – B36 1-1 (1-1)
0-1: Erlendur Magnusson
1-1: Hjalti Strømsten
NSÍ – 07 Vestur 7-1 (4-0)
1-0: Fróði Benjaminsen
2-0: Petur Knudsen
3-0: Jann Benjaminsen
4-0: Einar Tróndargjógv
4-1: Sonny Jakobsen br
5-1: Einar Tróndargjógv
6-1: Klæmint A. Olsen
7-1: Pætur Turiðarson Skipanes
Suðringar – Skála 2-1 (1-1)
0-1: Ólavur Mikkelsen
1-1: Dánjal Godtfred
2-1: Stefan Radosavljevic
HB | 24 | 21 | 1 | 2 | 52 | 16 | 64 |
KÍ | 24 | 15 | 3 | 6 | 42 | 18 | 48 |
B36 | 24 | 14 | 5 | 5 | 51 | 29 | 47 |
NSÍ | 24 | 14 | 4 | 6 | 54 | 21 | 46 |
Víkingur | 24 | 11 | 6 | 7 | 38 | 31 | 39 |
Skála | 24 | 7 | 5 | 12 | 26 | 33 | 26 |
Suðringar | 24 | 7 | 4 | 13 | 25 | 38 | 25 |
EB/Streymur | 24 | 4 | 8 | 12 | 25 | 44 | 20 |
07 Vestur | 24 | 4 | 1 | 19 | 23 | 65 | 13 |
AB | 24 | 3 | 3 | 18 | 11 | 51 | 12 |
24. umfar
Leygardagin 6. oktober
EB/Streymur - NSÍ
Skála - HB
07 Vestur - KÍ
B36 - Suðringar
AB - Víkingur