Síðsta umfar í landskappingini er í løtuni. Líkindini at spæla fótbólt eru góð kring landið.
Spenningur var undan umfarinum um, hvussu tað fór at verða við síðsta atgongumerkinum til europeisku avbjóðingarnar, og hvussu tað fór at vera við niðurflytingini.
Eftir 1. hálvleik eru meistararnir í B36 frammanfyri 1-0 í Fuglafirði. Verjukendi miðvallarin Eli Falksvar Nielsen skoraði við langskoti.
FC Suðuroy hongur í øgiliga klønum tráði. HB er frammanfyri 2-0 í Gundadali. Málskjúttar eru Poul Ingason og Bartal Wardum, sum báðir hava skorað við høvdinum. Høgni Madsen hjá FC Suðuroy misnýtti brotsspark, tá ið hann hevði møguleika at javna til 1-1.
NSÍ heldur tørn um silvurplássið. Gestirnir á Argjum eru frammanfyri 1-0 við máli, sum Árni Frederiksberg skoraði, tá ið hann var púra leysur.
Víkingarnir hava higartil verið ógvuliga tamir í Trongisvági, har TB ikki hevur havt marginalirnar við sær. Støðan er málleysur javnleikur.
Í Klaksvík er KÍ frammanfyri 2-0 ímóti EB/Streymi. Páll A. Klettskarð skoraði eftir horna, og so umsetti Jóannes Bjartalíð brotsspark til mál.