HB eltir møguleikan

Móti VB/Sumba í Gundadali er HB stórfavorittur. Men denturin verður lagdur á, at uppgávan skal loysast, so møguleikin enn er fyri at hótta EB/Streym

Upptak

Hóast møguleikin ikki er tann besti, so er HB liðið, sum kann hótta EB/Streym, nú seinastu umførini í Formula-deildini standa fyri framman.
Kravið í so máta er, at HB vinnur sítt, og tí skal eingin ivast í, hvørjum farið verður eftir, nú VB/Sumba kemur á vitjan.
Á pappírinum er talan eisini um dyst, sum HB eigur at vinna uttan stórvegis trupulleikar, men úr HB-leguni verður sagt, at teir taka ikki lætt upp á uppgávuna.
- VB/Sumba fer uttan iva at stríðast av øllum alvi, og tí mugu vit verða klárir. Eftir sigurin á B36 er tað týdningarmesta nú, at vit taka ein dyst í senn, og so mugu vit bara seinni hyggja at, hvussu langt tað mundi røkka, sigur Jákup á Borg.
Hann sigur, at allir spælarar eru tøkir til dystin. Ólavur S. í Ólavsstovu og Pætur Jørgensen spældu tó unglingafinalu hóskvøldið, og tí er ikki so væl hugsandi, at teir vera millum teir fyrstu ellivu. Hinvegin er Mortan úr Hørg nú aftur tøkur, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær.
Hjá VB/Sumba er Dan Djurhuus ikki við á liðnum. Hann er leikbannaður, og tí verður tað upp til liðfelagarnar at stríðast fyri Formula-lívinum, sum tykist linka fyri hvørt umfarið, sum gongur.