Avrikið var mundandi betri, enn tað var fyri einari viku síðani, og tað sást eisini aftur á úrslitinum, sum var málleysur javnleikur.
Seinnapartin leygardagin spældi HB seinna Intertoto Cup dystin. Hann var á útivølli ímóti Elfsborg, sum síðsta sunnudag vann 4-1 í Gundadali
Málleysi javnleikurin ber við sær, at Elfsborg samantalt vann við 4-1, og at svenska liðið um eina viku skal spæla ímóti Hibernians úr Skotlandi.