Fyrrverandi EB/Streymavenjarin Jákup Martin Joensen og HB eru á veg norður til Eiðis. Setningurin í Hólmanum seinnapartin er at vinna øll stigini. HB er á fjórða plássi, og tað verður ikki fyrrenn allir dystirnir vera lidnir í dag, ag greiða fer at fáast á, um full úrtøka á Eiði fer at bera heiðursmerki og europeiskt atgongumerki við sær.
Um tað ikki fer at eydnast hjá HB í dag at tryggja sær heiðursmerki, so verður nýggjur møguleiki at vinna europeiskt atgongumerki leygardagin, tá ið HB fer at spæla finalu um løgmanssteypið ímóti B68.
Hjá HB er Viljormur Davidsen tøkur aftur eftir leikbann. Samuel Johansen Chukwudi er framvegis skaddur.
EB/Streymur vísti mikukvøldið fínan hugburð, tá ið tað eydnaðist at vinna seinnu hálvfinaluna í steypakappingini ímóti B68 3-2. Sigurin var tó ikki nóg stórur at vinna samantalt. B68 vann samantalt 5-3 og fer leygarkvøldið at spæla finalu ímóti HB.
Liðformaðurin og verjuskansin Andras Ó. Olsen sá reytt mikukvøldið, og tí er hann leikbannaður í dag. Jákup Hummeland er skaddur.