5. DEILD
Sunnudagin var besta liðið hjá HB í Runavík og syrgdi fyri, at møguleikin hjá NSÍ at vinna fyrsta meistaraheitið gjørdist nógv minni, enn hann hevur verið síðani eina ferð í summar.
Longu leygardagin vóru teir í HB í Eysturoynni og varskógvaðu um, at teir ikki eru at spæla við í ár. Tá var tað 5. deildarliðið, sum í Gøtu vann finaluna um FM heitið. Úrslitið ímóti NSÍ var 4?1. NSÍ hevur annars verið einaráðandi í hesi deildini seinastu árini. Teir hava vunnið allar finalurnar frá og við 1997, og fleiri ferðir hava teir ligið á júst HB.
Tað var eisini nógv, sum bendi á, at tað aftur hesa ferð skuldi eydnast hjá NSÍ. Dygst undan steðginum royndi Símun Danielsen seg við skoti ímóti málinum. Petur Amon Dalbø, sum í síni tíð var góður á besta GÍ liðnum, vardi á strikuni. Hann var kortini ikki málverji, og tá hann brúkti hendurnar, so hevði Niklas á Líðarenda einki annað val, enn at senda hann av vøllinum. NSÍ fekk brotsspark, og tað sendi Símun Danielsen framvið Erlingi Eysturoy, og so var hálvleikur.
Tí tóktist leiðin til sætta FM heitið á rað og harvið møguleikin at vinna ferðasteypið til ognar at liggja víðopin hjá NSÍ. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga.
Hóast teir vóru færri á vøllinum, so megnaðu teir í HB at hava bóltin mesta partin av seinna umfarinum, og teir skoraðu fýra mál.
Tað fyrsta skoraði vinstri vongverjin Marni Mortensen. Royndin var úr 27 metrum, og bólturin sat heilt uppi undir handaru samankomingini. Tað minti mest av øllum um málini, sum Paul Breitner skoraði fyri Vesturtýskaland eitt nú í HM endaspælinum í 1974 og um tey, sum hollendsku spælararnir skoraðu í HM endaspælinum í 1978! Og tað er ikki lygn.
Tíggju minuttir undan leikloki prikaði Gunnar í Liða bóltin í málið eftir horna úr høgru, sum bleiv snittað víðari. So royndi NSÍ at fara fram á vøllin, men orkan var einki serlig, og manningin man hava verið betri í fleiri av undanfarnu finalunum ? í hvussu so er hevur hon verið yngri, um teir somu spælararnir hava verið við í fleiri ár!
NSÍ hevði onga tyngd í álopinum. Í staðin var tað Kári Nielsen hjá HB, sum slapp einsamallur avstað og setti framvið málverjanum, og í síðstu løtu var tað Jóhannes Ejdesgaard, sum fór sjálvur í høgru og setti framvið NSÍ málverjanum.
Merkisvert var tað, at tríggir, sum í ár hava verið ella eru venjarar í 1. deild vóru á vøllinum ? Mathias Davidsen og Trygve Mortensen hjá NSÍ og Kári Nielsen hjá HB.
Hóast fótbóltsaldurin er farin at tyngja, so høvdu teir í HB orku til at fegnast um sigurin. Haldgrím Gregersen handaði steypið, sum hann sjálvur gav 5. deild at kappast um í 2000, eftir at NSÍ í 1999 hevði vunnið steypið til ognar, sum Haldgrím í 1985 gaav at kappast um. Og FSF bossurin, Dánial Andreasen, var komin ígjøgnum holið úr Leirvík og til Gøtu við gullkrónunum til HB spælararnar og silvurkrónunum til NSÍ menninar.
Teir í NSÍ fóru til Elduvíkar at fáa sær ein bita leygarkvøldið. Tað hava teir gjørt undanfarnu árini, tá teir hava vunnið, og teir høvdu bílagt sær pláss aftur hesa ferð, sjálvt um manningarliga støðan mundi leggja upp til, at teir ikki vóru so sannførdir um, at tað skuldi eydnast.
Høvuðsrøðarin undanfarnu árini var ikki við. Tórbjørn Jacobsen var við fíggjarnevndini á veg til Isle of Man. Teir vóru undir dystinum staddir í lufthavnini í Manchester. Ábyrgdarmaðurin hjá NSÍ, Sigmund Johannesen, mundi kanska kenna seg eitt sindur órógvaðan í sínum starvi. Einar tjúgu ferðir undir dystinum vóru telefonboð úr Manchester. Tað var ikki Sir Alex, sum var í hinum endanum, men Tórbjørn Jacobsen, sum fregnaðist.
Í Elduvík tóku teir í NSÍ saman um. Eitt var taktikkur og orka. Men vit skilja á lagnum, at tað vóru heilt onnur viðurskifti, sum teir vístu á, tá orsøkin til tapið skuldi finnast. Ein av spælarunum hevur undanfarin ár altið brúkt fyrrapartin finaludagin at fiska íl í, og tá hevur gingið væl. Hann var ikki og fiskaði síl leygarmorgunin og niðurstøðan var, at hetta mátti vera orsøkin til, at tað ikki eydnaðist í ár.
Gomlu HBarunum verður ynskt tillukku við FM heitinum.