HB eigur flestu spælararnar

U?16 landsliðið, sum um tvær vikur á heimavølli skal verja føroysku æruna í NM kapping, hevur spælarar úr ikki færri enn ellivu feløgum

Í vikuni eftir ólavsøku verður nógv lív í Gundadali. Tá verður NM kapping fyri U?16 landslið har. Luttakandi londini verða Finnland, Ongland, Danmark og Føroyar, sum verða í bólki A. Í bólki B verða Ísland, Svøríki, Skotland og Noreg.

Bólkadystirnir verða mánadagin 31. juli, týsdagin 1. august og hósdagin 3. august. Spælt verður bæði á niðara vølli og á ovara vølli. Dystirnir verða klokkan 14.30 og klokkan 17.00, og Føroyar spælir allar dagarnar klokkan 17. Mótstøðuliðið mánadagin verður Danmark, týsdagin verður spælt móti Finnlandi, og hósdagin er Ongland á skránni.

Dystirnir um endaplássini eru á skránni fríggjadagin 4. august. Tá verður spælt um 7. og 5. plássið klokkan 13.00, og klokkan 17.00 verður spælt um 3. plássið. Finalan verður á Tórsvølli klokkan 19.00.

Øll ferðaløgini skulu búgva á Hotel Føroyum. Fremmandu spælararnir koma til Føroya sunnudagin 30. juli, og teir fara avstað aftur 5. august. Tó fara eingilska og skotska liðið ikki avstað aftur fyrrenn 6. august.

Umframt dystirnar verður nógv venjing á skránni. Hon fer at ganga fyri seg á vøllinum á Argjum.


Hópurin

Mattias Davidsen er venjari hjá føroyska liðnum. Hann og spælararnir, sum eru føddir í 1984 ella í 1985, hava gjørt nógv við venjingina. Nógvir spælarar hava verið til venjingar, men nú er nakað síðani, at teir fóru at sálda frá, og í vikuskiftinum vóru bara teir í venjingarlegu á Svangaskarði, sum eru í endaliga hópinum.

Teir átjan spælararnir, sum hesa ferð skulu verja føroysku æruna, eru málverjarnir Gutti Harryson, HB, og Arnfinn í Bartalstovu, GÍ. Hinir spælararnir eru Eli Thorsteinsson, Rani D. Christiansen, Frank Poulsen, Bjarni Jørgensen og Rókur F. Jespersen úr HB, Ingi Højsted og Mortan Johannesen úr B36, Andy Olsen og Bjarki Danielsen úr NSÍ og Marni Djurhuus, EB/Streymur, Tummas Pauli Olsen, B71, Hanus Eliasen, ÍF, Jann Ingi Petersen, B68 , Rasmus Nolsøe, TB, Magnus Skoralíð, LÍF, og Símun Samuelsen úr VB.

Sum yvirlitið vísir, so eigur HB nógv teir flestu spælararnar. Ikki færri enn seks spælarar ella triðingurin av átjan manna hópinum er úr HB. Hetta er ein undirstriking av, at av øllum feløgunum er HB nógv best fyri í ungdómsfótbóltinum.

Jógvan Martin Olsen hevur umsjón við øllum dreingja? og unglinga landsliðsarbeiði hjá FSF. Hann hevur ofta tikið til, at tað eigur at roknast við, at eitt so stórt felag sum KÍ eigur at hav tríggjar ella fýra landsliðsspælarar á hvørjum liði. Á U?17 landsliðnum, sum í næstsíðstu viku var í Týskalandi, vóru fleiri góðir spælarar úr Klaksvík á liðnum.

Hóast teir í Klaksvík tey seinnu árini hava gjørt nógv við tað í yngru deildunum, so roynast árgangirnir, sum nú eru í dreingjadeildini, ikki væl. Tað sást aftur í, at KÍ eigur ikki lið millum teirra, sum nú kappast í FM bólkinum, og tað sæst aftur í, at teir ongan spælara eiga á U?16 landsliðnum.

Merkisvert er tað eisini, at teir tólv spælararnir, sum ikki eru úr HB, koma frá so nógvum feløgum og so nógva staðni frá í landinum. B36 og NSÍ verða vanliga saman við HB og KÌ roknað at vera tey stóru feløgini. B36 og NSÍ eiga tveir spælarar í part á U?16 landsliðnum. Hinir spælararnir koma frá átta ymiskum feløgum.


Royndirnar

Talan er so at siga um eitt heilt nýtt lið. Tríggir av spælarunum, sum skulu royna seg í NM kappingini hesa ferð, vóru við í NM kappingini, sum í fjør var í Onglandi. Teir eru Jann Ingi Petersen, Rani D. Christiansen og Sámal J. Samuelsen. Jann Ingi var longu í fjør fastur maður á liðnum, meðan hinir báðir fyri tað mesta sótu á beinkinum.

Tá U?17 landsliðið fyri tveimum vikum síðani var í Týskalandi vóru fleiri av spælarunum, sum nú skulu spæla á U?16 landsliðnum, við. Umframt Jann Inga Petersen og Rana D. Christiansen vóru teir Hanus Eliasen, Gutti Harryson, Arnfinn í Bartalsstovu, Frank Poulsen og Bjarni Jørgensen.

Í Onglandi í fjør taptu føroyingar í fyrsta dystinum 5?0 móti Noregi. Í næsta dystinum greiddu teir málleysan javnleik móti Danmark, og so taptu teir 2?0 móti Finnlandi. Í dystinum um sjeynda plássið vann Ísland 2?1 á Føroyum. Hjalgrím Elttør úr KÌ legði Føroyar framum við brotssparkið í 19. minutti.

Í 1998 var EM undankapping fyri U?16 landslið í Gundadali. Ta ferðina vóru Føroyar í bólki saman við Wales, Noregi og Finnlandi, sum vann bólkaspælið. Av góðum orsøkum er eingin av føroysku spælarunum, sum vóru við ta ferðina, í føroyska hópinum hesa ferð.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.