HB eigur flest á vikuliðnum

Betri-liðið eftir fimta umfar sæst her

Í gjárkvøldið var fult umfar í Betri-deildini, tá fimta umfar var spælt. Sermerkt við umfarinum hesa ferð er, at talan var um miðviku umfar. Tí kemur vikuliðið hjá Sosialinum hesa ferð út á in.fo og ikki í Sosialin.

 

Á vikuliðnum hesa ferð eru flest leikarar frá HB. HB var eisini einasta felagið, sum vann sær ein greiðan sigur í gjár. Vikulið hesa ferð er sett upp í eina 3-4-3 uppstilling við Mikkjal Thomassen sum venjara og Hjalgrím Elttør sum supersub.:

 

Betri-liðið eftir umfar 5 í 3-4-3:

 

Málverji:

Trygvi Askham (B36)

Hóast B36 málverjin hevur havt onkran annan dyst, har hann hevur havt meira at síggja til enn í gjárkvøldið, var hann klárur tá Suðuroyingar vóru vandamiklir. Serliga í fyrra hálvleiki hevði B36 málverjin eina framúr bjarging, sum seinni vísti seg at vera dystaravgerandi.

 

Verjuleikarar:

Teitur Olsen (TB/FCS/Royn)

Royndi verjuleikarin hjá suðuroyingum var millum mest eyðsýndu leikararnar í Gundadali í gjárkvøldið, har felagsliðið í Suðuroynni bert var fáar minuttir frá, at stjala óvæntað stig úr Gundadali. Er góður til at lesa spælið sum verjuleikari.

 

Atli Gregersen (Víkingur)

Hóast AB royndi at trýsta Víking í seinna hálvleiki á Argjum í gjárkvøldið, kom verjan hjá Víkingi sum oftast í vegin. Har gekk liðskiparin, Atli Gregersen, á odda. Víkinga liðskiparin kom harafturat eisini á máltalvuna, tá hann javnaði til 1-1.

 

Lasse Andersen (HB)

Nýggi danski verjuleikarin hjá HB spældi sannførandi á Skála í gjárkvøldið. Stýrir væl verjuni hjá HB við at vera verbalur, og vann nærum allar tvídystirnar og luftbóltarnar sum hann fór upp í. Líkist einum fongi.

 

Miðvallarar:

Árni Frederiksberg (NSÍ)

Kanska mest støðugi leikarin í føroyskum fótbólti seinastu fimm kappingarárini, og hevði enn ein góðan dyst á Eiði í gjárkvøldið, hóast NSÍ ikki rakti sín besta dag. Skoraði útjavnandi málið til 1-1 og átti uppleggið til 2-2 málið.

 

Heðin Hansen (Víkingur)

Miðvallarin hjá Víkingi hevur havt eina góða viku, har hann hesa ferð er komið á Vikuliðið aðru ferð á rað. Í 1-2 sigrinum hjá Víkingi á Argjum í gjárkvøldið, var Heðin Hansen besti leikari á vøllinum.

 

Jákup B. Andreasen (KÍ)

Hevur drigist við skaða í seinastuni og byrjaði tí á bonkinum fyri KÍ, sum aftaná lítla løtu var aftanfyri 2-0. Kom inn og var við til at venda dystinum. Var millum mest eyðsýndu leikarar á Dungasandi í gjárkvøldið.

 

Símun Samuelsen (HB)

Fyrrverandi landsliðsprofilurin sær næstan út til at vera endurføddur sum fótbóltsspælari undir nýggja íslendska venjaranum, Heimir Guðjónsson. Var eyðsýndur á Skála í gjárkvøldið, og átti beinleiðis uppleggið til 0-2 og 0-3 málið hjá HB, umframt at hann var við í tí fyrsta málinum.

 

Álop:

Adrian Justinussen (HB)

Tað slepst ikki uttanum kreativa leikaran á HB liðnum hesa vikuna, sum skoraði tvey mál í 0-3 sigrinum hjá HB í gjárkvøldið. Tað fyrra eftir brotsspark og tað seinna eftir eitt frálíka væl spælt álop, har Adrian bæði var við í álopinum frá byrjan til enda.

 

Meinhard E. Olsen (B36)

Heldur fram við støðugt at skora mál, og er higartil komin á máltalvuna í øllum dystunum í Betri-deildini higartil hetta kappingarárið. Var sjónligur í dystinum móti TB/FCS/Royn í gjárkvøldið, og var at enda eisini maðurin, sum avgjørdi dystin til fyrimuns fyri B36.

 

Teit Jacobsen (HB)

Eigur enn til góðar at tapa ein fótbóltsdyst við HB hetta kappingarárið, og hevur sum heild verið sannførandi síðani hann varð leigaður til felagið úr Sønderjyske. Var besti HB leikari á Skála í gjárkvøldið og skoraði fyrsta málið í dystinum. Var harafturat við í tí mesta sum HB skapti.

 

Supersub:

Hjalgrím Elttør (KÍ)

Spældi ov lítið til beinleiðis at spæla seg á Vikuliðið, men má framvegis nevnast. Kom inn seinasta hálva tíman í Vágunum í gjárkvøldið og framdi eitt sannførandi avrik. Var eyðsýndur og skoraði eisini avgerandi málið í dystinum.

 

Venjarin hesa vikuna:

Mikkjal Thomassen (KÍ)

Fekk sum vátan vøttin í fyrra hálvleiki, tá 07 Vestur tíðliga kom á odda bæði 1-0 og 2-0. KÍ venjarin vísti tó format við at gera broytingar, sum at enda koppaðu dystinum á høvdið, soleiðis at KÍ at enda vann. Fyrst við at seta Jákup B. Andreasen inn í fyrra hálvleiki og seinni við at seta Hjalgrím Elttør á vøllin, sum báðir vístu seg at vera dystaravgerandi.