Kvinnufótbólturin í HB er við at menna seg aftur, eftir at hann í nøkur ár var í djúpum aldudali. Í 1. deild hevur HB vunnið bronumerkini, og leygardagin varð tað greitt, at HB er FM vinnari í deildini fyri U17 gentur. FM heitið varð staðfest í tættari grannauppgerð ímóti B36, sum endaði við 2-1 sigri til HB.
Næsti kappingarneytin hjá HB var EBS/Skála, og á triðja plássi endaði KÍ, sum fyrr í summar vann steypafinaluna ímóti Víkingi, sum endaði á fjórða plássi í landskappingini.
HB U17 gentur føroyameistarar 2013. Aftanfyri frá vinstru: Allan Dybczak, venjari, Milja R. Simonsen, Emma Stórá, Sólrun Thomsen, Bára Brekká, Lív F. Arge, Hildur Egilsdóttir, Lív R. Gjógvará og Ríkin N. Djurhuus, venjari. Frammanfyri frá vinstru: Kristina Jakobsen, Rebekka Benbakoura, Lea Reginsdóttir, Annika Dam, Gunnvá Jacobsen, Magna Tórðardóttir og Marjun undir Kletti. (mynd hb.fo Rakul Hansen)