Um gongdin í U16 deildini skal nýtast sum barometur, so kann roknast við, at FM favorittarnir í HB næstu árini í alt størri mun fara at verða mannaðir við spælarum, sum eru uppvaksnir í felagnum.
Leygardagin varð FM heitið í U16 deildini staðfest við trivaligum 8-0 heimasigri á KÍ, og fyrr í summar vunnu U16 dreingirnir hjá HB steypafinaluna 6-4 ímóti NSÍ.
Í summar hava tríggir av spælarunum onkra løtuna verið á besta HB liðnum, og tað er einki at ivast í, at hesir tríggir og eisini aðrir spælarar á liðnum, sum hevur vunnið greipuna, fara at verða at síggja á besta liðnum.
Teir, sum longu hava verið á besta liðnum, eru Bartal Wardum, Heri H. Mohr og Hilmar Leon Jakobsen.
HB U16 dreingir greipuvinnarar 2013. Aftanfyri frá vinstru: Milan Cimburovic, venjari, Adrian R. Justinussen, Hilmar Leon Jakobsen, Martin B. Hansen, Dánjal K. Hansen, Teit Jacobsen, Bartal Wardum, Heini Ronnason, Jónas Poulsen og Jón Simonsen, venjari. Frammanfyri frá vinstru: Hjalti K. Djurhuus, Heri H. Mohr, Jákup Pauli Breckmann, Ingmar Dam, Uni H. Petersen, Fríði Slættalíð, Petur S. Thomsen og Teitur Hendriksson (mynd Hannis P. Wardum á hb.fo)