HB FM HEITI Í YNGRU DEILDUNUM
Sunnudagin vann HB FM heitið í 1. deild hjá monnum. Hetta var fimta FM heitið hjá felagnum í ár. Talan er ikki um met í felagnum, men eingin ivi er um, at HB er mest vinnandi felagið av øllum í hesum kappingarárinum. Tað hava teir so ofta verið, og einki er at ivast í, at felagið fer at seta øll segl fyri at næsta ár skal gerast so sermerkt, sum tað á nakran hátt skal bera til. HB verður hundrað ár 17. oktober í 2004, og tað ætla teir at hátíðarhalda á so ymiskan hátt. Sjálvandi hevði tað verið dreymakrúnan á verkinum, um felagið næsta ár hevði vunnið fleiri FM heiti ? bæði í eldru og yngru deildunum.
At HB eigur bjarta framtíð hava úrslitini í yngru deildunum í ár verið staðfesting av. Umframt í 1. deild hjá monnum hevur felagið vunnið FM í unglingadeildini, piltadeildini, smápiltadeildini og í gentudeildini. Í teimum deildunum, har felagið ikki hevur vunnið FM, hava liðini verið heilt tætt undir gullinum. Dømi um hetta eru dreingjadeildini , smádreingjadeildin og smágentudeildin.
Fleiri av unglingaspælarunum hava í ár verið ímillum spælararnar, sum besta liðið hevur verið valt ímillum. Her verður hugsað um Rók Jespersen, Bjarna Jørgensen, Rana D. Christiansen, Páll M. Joensen, málverjan Poul Næss Joensen, liðformannin Eli Thorsteinsson og Emil Nolsøe Leifsson. Merkisvert er tað, at Rasmus Nolsøe, sum býr á Tvøroyri og spælir við TB í 2. deild, hevur spælt við unglingaliðnum hjá HB. TB hevur ikki havt unglingalið við í kappingini í ár.
Allir teir omanfyri hava longu víst, at teir eru á gáttini til at gerast 1. liðs spælarar, og onkur teirra hevur longu spælt fleiri dystir á 1. liðnum, sum vann FM heitið.
Tað hevur verið kappast í unglingadeildini síðani 1967. HB vann fyrstu kappingina, og higartil hava teir vunnið seytjan av teimum 37 kappingunum ella knappliga annað hvørt FM heiti.
Yngru deildirnar
Piltarnir hjá HB vunnu FM heitið sannførandi. HB tykist so at siga at eiga patent upp á meistaraskapin hjá teimum 10?12 ára gomlu.FM heitið hesa ferð er tað fjórða upp í slag, og seinastu níggju árini hevur HB verið meistari hvørja ferð, tá ið sæð verður burtur frá 1999, tá ið B36 var meistari.
Á yvirlitinum í FSF skipanini sæst, at tað hevur verið kappast í piltadeildini síðani í 1967. Men tað hevur ikki altíð verið sami aldursbólkur, sum hevur kappast í hesi deildini. Frá 1967 og fram til og við í 1975 kappaðust allir dreingir, sum vóru yngri enn fjúrtan ár, í piltadeildini. Í 1976 sá smádreingjadeildin dagsins ljós. Hon var og er ætlað dreingjum, sum eru 12?14 ára gamlir. Síðani tá hevur piltadeildin verið fyri teir 10?12 ára gomlu.
Smápiltarnir, sum eru teir, ið eru upp til tíggju ára gamlir, hava kappast um FM síðani í 1982. Einasta árið, har eingin vann FM ? hvørki í piltadeildini ella í smápiltadeildini ? var í 1988. Tá varð hildið, at tað var ikki rætt, at so ungir dreingir skuldu kappast um FM heitið. Hetta varð kortini broytt longu árið eftir. HB hevur ikki vunnið so nógv FM heiti í smápiltadeildini,s um teir hava vunnið í hinum dreingjadeildunum, men teir eru kortini tað felagið, sum hevur vunnið FM oftast. HB vann fyrstu kappingina, sum var í 1982, og nú hava teir vunnið fyriáttandu ferð. Tey bæði undanfarnu árini hava B36 og TB vunnið smápiltadeildina. 2003 var tjúgunda árið, at tað varð kappast um FM í smápiltadeildini.
Á veg úr skugganum
Fleiri tey seinastu árini hevur KÍ verið einaráðandi í kvinnudeildini. KÍ vann FM og steypakappingina aftur í ár, og tað er nógv, sum bendir á, at KÍ aftur næsta ár, fer at vera heilt væl fyri í kvinnukappingini.
HB var í steypafinaluni ímóti KÍ, og HB fekk bronsu í FM kappingini. Síðsta FM heitið í kvinnudeildini vann HB í 1999, og í 2001 vunnu tær steypakappingina.
Um úrslitið í gentudeildini, sum er fyri tær 14?17 ára gomlu verður nýtt sum grundarlag at meta um framtíðar vánirnar í kvinnukappingini, so er tað ikki óhugsandi, at HB aftur fer at gera seg galdandi. HB genturnar vunnu 30. august endaumfarið í steypakappingini. Tær kappaðust henda dagin við B68, sum gjørdist nummar tvey, og EB/Streym. HB plagar at vinna nógvar steypakappingar, men í ár hevur felagið bara vunnið hesa einu steypakappingina.
Í síðstu viku varð greitt, at HB hevur vunnið FM heitið í gentudeildini. Tær fingu 49 stig og vóru nógv fremstar. ÍF var næstbest við 31 stigum.
Tað hevur verið kappast í gentudeildini síðani í 1985. Av teimum nítjan kappingunum hevur KÍ vunnið fimm, HB hevur í ár vunnið sína fjórðu FM kapping, ið er sama talið, sum B36 hevur vunnið. B36 var meistari í fjør, og FM heitið hjá HB í ár er tað fyrsta hjá teimum síðani 1998. KÍ hevur ikki verið meistari í hesi deildini síðani í 1997. Tá vóru tað fleiri av teimum, sum síðani hava vunnið so nógv í bestu kvinnudeildini, ið vunnu FM heitið til Klaksvíkar.
Sosialurin ynskir HB tillukku við øllum gullinum og skreytinum.