Tað var tann tíð, tá ið eldra felagið í Gundadali sparlaði úr sær ein fyri og annan eftir av spælarum við máltevi meiri, enn teir flestu áttu.
Í HB vóru tað eitt nú Eivin Dam, John Eysturoy, Heri Nolsøe, Johan Johannesen, Kári Nielsen, Suni Jacobsen, Bjarni Jacobsen, Uni Arge, Gunnar Mohr, Andrew av Fløtum og fleiri aðrir.
Seinnu árini hevur tað verið langt millum spælarar, ið eru uppvaksnir í sigursvanda HB, og sum hava verið millum bestu málskjúttarnar.
Ein, sum hevur víst, at hann hevur gott máltev, men sum ikki enn hevur skorað so nógv mál í barndómsfelagnum, er Jákup L. Thomsen. Hann royndi seg eitt skifti uttanlands – eitt nú í FC Midtjylland og FH – og í fjør var hann eftir sjey ár uttanlands aftur í HB.
23 ára gamli Jákup L. Thomsen hevur verið nógv skaðadarvaður, men í ár var hann 12 ferðir á besta liðnum – seks ferðir millum teir fyrstu ellivu – og hann skoraði fýra mál. Nú veit HB at siga, at Jákup L. Thomsen og HB hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum sigur, at Jákup eisini tvey tey næstu árini fer at umboða barndómsfelagið. Toppskjúttin í 2021 Mikkel Dahl er ikki longur í felagnum, og tað verður vónað, at Jákup L. Thomsen tvey tey næstu árini ofta fer at vera millum málskjúttarnar.










