Tann fyrsti er U21 landsliðsframherjin, Gunnar Zachariasen. Hann gevst eftir øllum at døma í EB/Streymi og hevur verið til samráðingar í øðrum feløgum. Eitt av teimum er AB, men nú ljóðar, at hann hevur valt at takka nei til AB.
Tað ljóðar, at hann helst vil spæla í havnini. Í B36 sigst, at tey ikki hava víst framherjanum áhuga. So er bara HB eftir. Formaðurin í felagnum, Finnbogi Arge, hevur alment sagt, at HB leitar eftir einum nýggjum framherja. Spurningurin er so, um tann framherjin er Gunnar Zachariasen?
Sum skilst, so er HB eisini í samráðingum við Levi Hanssen, sum somuleiðis spælir við EB/Streymi. Hann sigst eisini hava verið í samráðingum við HB í fjør. Víkingur er eisini eitt av liðnum, sum vil hava Levi Hanssen.
Tað ljóðar eisini, at Jónas Tór Næs, høgri bakkurin á A-landsliðnum, umhugsar at koma aftur til landið at spæla. Hann hevur seinastu árini spælt við Vali í Íslandi. Føroysku feløgini kunnu iki kappast fíggjarliga við íslendsku feløgini, men skuldi hann valt at flyta heim, so HB eisini eitt gott boð upp á ein arbeiðsgevara í Føroyum.









