HB-dysturin verður vístur á alnótini

Heimasíðan hjá IF Elfsborg skrivar, at tað verður møguligt hjá svensku fjepparunum at síggja dystin beinleiðis umvegis alnótini.

- Mikael Westergren frá TV 7 er við í ferðalagnum. Tað verður rættiliga einkult við einum myndatóli. Einki annað, sigur Goran Lohne, sum skal varpa frá dystinum.

Á heimasíðuni elfsborg.se sæst, hvussu mannagongdin er fyri at síggja dystin. Kostnaðurin er 50 krónur.