Skráin sigur, at TB og HB skulu spæla landskappingardyst við Stórá í Trongisvági sunnudagin.
Soleiðis verður tað ikki. Dysturin er framfluttur og verður spældur leygardagin klokkan 15.30.
Dysturin hjá HB í næstbestu deildini hetta vikuskiftið er eisini framskundaður. Skráin sigur, at HB og NSÍ skulu spæla leygardagin. Dysturin er framskundaður og verður í Gundadali í kvøld klokkan 19.